Heim » Bólkasavn » Grafikkur
Skjaldur, rímur og ramsur

Skjaldur, rímur og ramsur

Enn eitt lagasavn eftir Marianne Clausen er komið. Almenn framløga í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. august 2012, kl. 19.30. Í bókini eru øll tey føroysku skjaldur, sum til hevur borið at fingið fatur á. Nógv av hesum eru síðan 1902 sungin inn á fonograf og bond, og burtur úr hesum tilfari hevur Marianne valt 331 løg, […]

Ólavsøkuskráin er nú komin, og fæst ókeypis í flestu størru handlum í Havn og við Snarskivuna. Tað plagar at vera stórur áhugi at ogna sær eitt eintak, men um so er at tey prentaðu eintøkini verða uppi, so eru ikki allar súður syftar, tí til ber eisini at taka niður Ólavsøkuskránna sum pdf-fílu frá Tórshavnar […]

Halt á at lesa …

Tað kemur meira enn so fyri, at okkara kundar sita og bíða eftir at vit verða liðug við at fínpussa ella kannað eitthvørt, og hava vit higartil í teimum førum givið teimum ein kaffimunn, onkra frukt, eina áhugaverda bók at lesa í, ella boðið teimum at njóta eina løtu úti í havanum, um veðrið er […]

Halt á at lesa …
At snolla blátítur

Í desember mánaði í fjør varð ein blátíta skrásett í garðinum uttanfyri hjá Gramar á Bergsvegi. Umstøðurnar at taka mynd av henni vóru avgjørt ikki av tí besta, við tað at tað sum umráddi var at fáa myndina, uttan at styggja fuglin burtur. So mátti góðskan koma í aðru røð. Sostatt varð myndin tikin út […]

Halt á at lesa …
Føroyingar ogna sær Heimin

Í eina tíð hevur nýggi stovnurin Nám arbeitt við at gera eitt nýtt føroyskt atlas, og hevur nakað av tí sama orðaskifti tikið seg uppaftur, sum tá Heimsatlasið frá 1993 kom út. Um eitt ár ella so fæst at vita, hvørjar broytingar verða í mun til verandi atlas. Á framsýningini hjá Námi, sum er at […]

Halt á at lesa …
“Veiða vind” fyrsta útgávan hjá Nám

Tónleika-, myndalista og skaldaverkið “Veiða vind” fyrsta útgávan hjá Nám

Halt á at lesa …
Steffan Danielsen framsýning í Steinprent

Eftir væleydnaða framsýning í Nólsoy á Ovastevnu, varð avrátt eisini at hava eina framsýning í Havn í sambandi við at bókin kom út. Henda framsýning og framløga av bókini slapp at vera í frálíku hølunum sum verkstaðurin Steinprent hevur fingið á Skálatrøð. Fleiri talur vórðu hildnar, millum annað Kinna Poulsen, høvundur og Helena Dam á […]

Halt á at lesa …

Grafiskt samskifti krevur ofta at tekstur verður nýttur. Sum lið í bøttum tænastustøði veita vit málsliga leiðbeining, ið fevnir um alt frá rættlestri til tekstagerð. Vit samstarva við fremstu teksthøvundar í landinum, eins og royndir týðarar taka sær av at týða tekstin til fremmant mál ella úr tí. Sum serstaka tænastu í sambandi við týðing […]

Halt á at lesa …
Steffan Danielsen framsýning í Nólsoy

Í sambandi við bókaútgávuna hjá Bókagarði um serstaka listamálaran Steffan Danielsen, skipaði Gramar saman við Bókagarði og Kinnu Poulsen fyri framsýning í skúlanum í Nólsoy á Ovastevnu 2009. Sera stórur áhugi var fyri framsýningini, sum Emil Thomsen, útgevari av bókini, eisini luttók í. Sí myndir frá framsýningini her.

Halt á at lesa …
Gunnar Hoydal: Havsins Hjarta

18. oktober 2007 varð bókin “Havsins hjarta” løgd fram úti í tí tá spildurnýggju kantinuni hjá landsstýrinum ytst úti á Tinganesi. Ikki var tað heilt av tilvild at bókaframløgan fór fram har, tí høvundurin er Gunnar Hoydal, rithøvundur og arkitektur, og hevur Gunnar staðið fyri innrættingini av kantinuni. Staðið var eisini sermerkt á tann hátt, […]

Halt á at lesa …