Eftir væleydnaða framsýning í Nólsoy á Ovastevnu, varð avrátt eisini at hava eina framsýning í Havn í sambandi við at bókin kom út. Henda framsýning og framløga av bókini slapp at vera í frálíku hølunum sum verkstaðurin Steinprent hevur fingið á Skálatrøð.
Fleiri talur vórðu hildnar, millum annað Kinna Poulsen, høvundur og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum.
Gramar hevur staðið fyri tilrættaleggingini av bókini.
Myndir frá framløguni í Steinprent tann 24. aug. 2009 síggjast her.
Recent Comments