Um sama mundið sum Listaskálin stongdi síni framsýningarhøli, ið tey brúka til skiftandi framsýningar, læt upp úti á Skipasmiðjuni tann nú siðbundna Heystframsýningin. Upprunaliga var henda framsýning eitt mótmæli móti leiðsluni í Listaskálanum, men ásannast má, at listastríðið loksins tykist at vera av. Tað var tí gleðiligt at hoyra nýggja stjóran í Listasavni Føroya, Nils Orth, seta Heystframsýningina. Spurningurin er so, um Heystframsýningin á Skipasmiðjuni nú man fara at flyta niðan í Listaskálan, nú øll eru vorðin so samd?
Eri ikki so sannførd í at tað hevði verið tað besta, tí tað er frálíkt at kunna vitja ymisk høli. Harumframt er Heystframsýningin ábyrgdin hjá nøkrum einstøkum listafólkum, og hetta gevur teimum eitt frælsi, sum ein almennur stovnur (uttan mun til um hann er sjálveigandi) ikki hevur. Ein almennur stovnur hevur skyldu at lata ymsum bólkum og listasløgum framat, – í mun til listafólkini sum hava tikið seg saman til Heystframsýnina. Vit hava tískil høvi at eygleiða hvussu teirra list mennist og broytist, og í so máta er framsýningin í ár eitt frálíkt dømi.
Fyrst tú trínur inn í høllina sært tú, at har er nakað heilt skeivt – málningarnir á endavegginum tykjast ikki at vita hvat vendir niður og hvat vendir upp. Og hóast tað, so er skil á sjóvarmálanum. Her hevur Hjørdis Haack arbeitt víðari við sínum speglingum, nú nú við denti á speglingar í sjónum og támi. Sera ólíkt speglingunum í silvurføtum, men minst líka spennandi. Stendur tú tætt við myndirnar, kennir tú teg heilt fevnda av táminum.
Frammanfyri vegginum hjá Hjørdis er eisini ein veggur, sum er heilt øðrvísi enn vanligir veggir. Her er ein ein tættpakkaður veggur við svørt/hvítum tekningum hjá Tummas Jákup Thomsen, og hesin veggurin er eisini nakað heilt nýtt á Heystframsýningini, og eitt tað fyrsta tú leggur merki til.
Handan sýnina inn til támið hjá Hjørdis Haack krógva seg málningarnir hjá Hansinu Iversen. Teir eru gulir og glaðir, og hóast ikki so øgiliga ítøkiligir, so eru t.d. nakrar smáar bibbur at síggja leiddu tankarnar til fosturspark.
Tróndur Patursson er á hesi framsýning grønur og bláur. Talan um sera intensar náttúrulýsingar í antin brennandi bláum – ella bara Tróndabláum ella gløðandi grønum. Men umframt at sýna fram, so verður Tróndur eisini sýndur fram, og sami neisti sum Tróndur sýnir í sínum verkum, hevur Hans Pauli Olsen megnað at fáa fram í síni andlitsmynd av Tróndi.
Verkini hjá Brandi Paturssyni eru sera fjølbroytt. Hann arbeiðir við jarni og glasi, bæði hvørt tilfar sær, og sett saman. Eitt tað fyrsta eygað fangar, tá tú trínir inn í høllina er hugtakandi jarnskepilsið “Floymandi”, ið hongur á einum stólpa og lítur yvir hini verkini.
Inni í ymsu básunum krógvaðu navnframir listamenn so sum Torbjørn Olsen, Zakaris Heinesen, Bárður Jákupsson og Marius Olsen. Felags fyri hesar royndu menn eru at teirra verk eru altíð á høgum stigi. Eisini hevur Ilona Raipala fingið ein vegg, og eru motivini hjá henni heilt øðrvísi enn vanlig føroysk motiv, m.a. tí tey ímynda eina heilt aðra náttúru enn ta vit kenna. Men evnið tey viðgera eru eins viðkomandi fyri okkum sum finnum.
Framsýningin er soleiðis sett upp, at tú fyrst varnast tað sum er innast á botni, og nústani á veg út leggur tú til merkis Hanna Bjartalíð, sum bæði hevur myndir og figur. Góðar myndir, sum fáa teg at snara tær á og byrja umaftur at hyggja at framsýningini.
Sí fleiri myndir frá Heystframsýningini 2011 í myndasavninum her.
Sí eisini serstakar stubbar um ymsu andlitsmyndirnar hjá Hans Paula um Trónda, Zakarias, dóttrina
أحدث التعليقات