John Dalsgarð hevur BA-útbúgving í føroyskum máli og bókmentum av Fróðskaparsetri Føroya og MA-útbúgving í miðaldarfrøði frá University of York í Onglandi.
Hevur drúgvar royndir í samskifti, og hevur virkað sum skrivari hjá týðandi nevndum, m.a. í sambandi við málstevnuálitið “Málmørk” sum kom í 2009, og er nú í holt við at ritstjórna og skipa nýggjar námsætlanir fyri føroyska skúlaverkið, ið er verkætlan undir Mentamálaráðnum.
Hevur drúgvar royndir við bókaútgávu á Forlagnum í Støplum, sum hann hevur rikið sjálvur síðan 1995.
Hevur harumframt drúgvar royndir við grafiskari framleiðslu, við serligum denti á myndir og uppseting, og er stinnur í føroyskum, donskum og enskum máli.
Arbeiðsøki:
أحدث التعليقات