Nú kuldin er farin at bíta, og gróðurin er hildin uppat fyri í ár, bæði vegna kulda og vantandi ljós, er ein heldur sjáldsamur gestur komin at flákra millum teldurnar á Gramar. Talan er um ein firvald, helst ein snjófiðrildi (Pieris rapae).
Sambært bókini Firvaldar hjá Jens-Kjeld Jensen og Hans Eli Sivertsen livir ormveran hjá hesum firvaldi av káli og rótum – plantur, sum hoyra til Brassicaceae. Eitt sum plantur sum hoyra til Brassicacea eru kendar fyri, er at tær ikki hava mycorrhiza (gagnligar soppar í planturótum), so helst er okkara jólagestur komin á skeivt stað, tí her í húsinum kanna vit mycorrhiza.
Tíðin er eisini skeiv, tí hesin firvaldur byrjar tíðliga um várið at nørast, so hann kann leggja egg í nýggju kál-, radisu- og rótaplanturnar. Ikki er vanligt at síggja teir eftir oktober.
Jólagesturin hevur tveir prikkar á ovara veingi, og hetta merkir, at talan er um eina hon.
Aðrastaðni verður hetta slagið mett sum eitt skaðadjór vegna larvurnar sum spilla avgrøðina av kál- og rótaplantum. Í Føroyum er hetta slag ongantíð skrásett uttandura, einans innandura. Heldur ikki eru nakrar skrásetingar um hann hevur volt nakran skaða á avgrøði. Hetta bendir á, at tey fiðrildi, sum eru skrásett, eru innflutt saman við onkrari matvøru.
Væl kann hugsast, at okkara jólagestur er komin við einum vistfrøðiligum hvíttkáli, innflutt úr Danmark, sum var komið inn um dyrnar stutt frammanundan at vit løgdu til merkis fiðrildi.
Hesir firvaldar finnast eisini í Hetlandi, og her verður roknað við, at teir eru innsløddir onkuntíð undir seinna veraldarbardaga. Hóast teir ikki fjølgast líka nógv sum longur suðuri, so elva til teir nakað av skaða á avgrøðina. Hetta er ein ábending um, at hetta slag møguliga kann fáa fótin fyri seg her eisini.
Fyri at Gramar ikki skal vera atvoldin til at hesin firvaldur fær høvið at gerast atvoldin til eitt vánaligt rótaár, hevur hann nú fingið bústað í einum glasi við ríkiligum av vistfrøðiligum rørsukri. Firvaldafrúan sær út til at trívast væl.
1 Responses to Óvæntaður jólagestur