“Andlit” Bjarna Bjarnasonar á føroyskum

Bjarni Bjarnason

Bjarni Bjarnason rithøvundur verður við á bókadøgunum, sum verða í Norðurlandahúsinum 23-24 november, har hann fer at siga frá og lesa upp úr føroysku týðingini av bókini Andlit. Tað verður leygardagin 23. november kl. 15.30

Skaldævisøgan “Andlit” eftir íslendska rithøvundan Bjarna Bjarnason kemur nú út á føroyskum. Søgan, sum fer fram á ymiskum pallum í Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi, er um uppvakstrarárini hjá dronginum Gullbrandi Högnason.

Andlit er ein søga um at vaksa upp flakkandi um ymsar heimar ytri sum innari. Men eru tíðirnar frá sær sjálvum, er hvør manssál fyri seg sjálva – er sjálvskapt. Tað eru korini hjá Gullbrandi Högnasyni, høvuðspersóninum í hesi bók. Hann er barn av eini íslendskari samtíð við skjótum, ósteðgandi broytingum. Tað góða, ella ið hvussu er gamla, vil dragna, er mest sum bert eitt eiti, eitt nú familja og samhaldsfesti. Samfelagið skríður alt á útsíðuni. Virðir lítið um annað enn høgligan vinning. Hvør má sæta sær, men ikki endiliga sínum.

Í mergjaðum, glottkendum brotum verða uppvakstrarárini hjá Gullbrandi Högnasyni lýst frá tí hann er óviti í hálvfjerðsárunum, til hann sum ungur maður fram undir aldarskiftið, roynir at fóta sær sum rithøvundur í Reykjavík. Høvundurin tekur lesaran við á eina ferð gjøgnum bókmentir, dreymar og rákaldan veruleika í fleiri londum: Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi. Á leiðini er høvi at hitta eina ørgrynni av fyndiga lýstum mannskepilsum, bæði kall- og kvenkyns, alt frá ljótastu djevlum og fyllibyttum til yvirjarðlig góðdýr.

Andlit kápa

Skaldævisøgan Andlit er nú týdd til føroyskt og kemur út 20. november 2013

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>