Í desember mánaði í fjør varð ein blátíta skrásett í garðinum uttanfyri hjá Gramar á Bergsvegi. Umstøðurnar at taka mynd av henni vóru avgjørt ikki av tí besta, við tað at tað sum umráddi var at fáa myndina, uttan at styggja fuglin burtur. So mátti góðskan koma í aðru røð. Sostatt varð myndin tikin út gjøgnum eitt vindeyga, og litirnir gjørdust sera kámir.
Myndin var tó ikki verri enn so, at “Sjældenhedsudvalget” hevur góðkent blátítuna. Hetta var fyrstu ferð at blátíta er skrásett í Føroyum.
Myndagóðskuna ber tó til at bøta um. Niðanfyri er eitt leinki sum vísir upprunaligu myndina til vinstru og eina viðgjørda mynd til høgru. Slíkar ábøtur kunnu sjálvandi eisini gerast við aðrar myndir, bæði gamlar og nýggjar.
Recent Comments