Málslig ráðgeving og tænasta

Grafiskt samskifti krevur ofta at tekstur verður nýttur. Sum lið í bøttum tænastustøði veita vit málsliga leiðbeining, ið fevnir um alt frá rættlestri til tekstagerð. Vit samstarva við fremstu teksthøvundar í landinum, eins og royndir týðarar taka sær av at týða tekstin til fremmant mál ella úr tí.

Sum serstaka tænastu í sambandi við týðing av teksti millum øll heimsins mál, hevur Gramar sett sær fyri at fáa ment eina umfatandi týðaraskipan, ið nevnist WebWordSystem, til eisini at kunna týða føroyskt til onnur mál og øvut.

Hevur tú tørv á einum royndum samstarvspartnara í sambandi við málsligar spurningar av alskyns slag, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *