Sera stórur áhugi var fyri hátíðarhaldinum í Áartúni, tá standmyndin av áarstovubrøðrunum Hans Andriasi og Janusi varð avdúkað, og sannur veitslurómur var, hóast rættiliga tíðliga á degi (hátíðarhaldið byrjaði kl. 11). Tað var ikki sørt at folk vóru í ólavsøkuhýri, hóast enn eru 10 dagar til ólavsøkan alment verður sett, og nevndi Heðin Mortensen, borgarstjóri, […]
Carl Julian Graba gjørdi ferð til Føroya í 1828 og skrivaði frágreiðing um føroysku náttúruna, serliga um fuglarnar. Hann fekk tó ymiskt annað við eisini, m.a. var hann í kirkju í Bø: “Vit fóru til messu við Struer presti. Nógv fólk var í kirkju, men sangurin var tað ræðuligasta, sum eg nakrantíð í lívi mínum […]
Halt á at lesa …Dóttir Hans Paula, er heldur ikki sloppin undan. Henda andlitsmyndin er sett rættiliga uttarlaga í høllini, og vendir hon bakið til síni egnu verk – og til Zacharias, ið eygleiðir hana væl og virðiliga.
Halt á at lesa …Eins og Tróndur Patursson, so er Zakarias eisini væl umboðaður á Heystframsýningini, bæði við verkum og við andlitsmynd, ið Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Men meðan andlitsmyndin av Tróndi vendir nakkan til verk Tróndar, og heldur hyggur beint yvir at Zakariasi, so vendir andlitsmyndin av Zakariasi soleiðis at hann fær eygleitt fólk ið fara at […]
Halt á at lesa …Tróndur Patursson var væl umboðaður tá Heystframsýningin 2011 læt upp leygardagin 15. oktober. Hann var hann sjálvur, hann sýndi fram málningar, og hann varð eisini sjálvur sýndur fram í gipsi. Andlitsmyndin hjá Hans Paula Olsen av Tróndi er sjáldsama livandi, og er tann andlitsmyndin, ið er sloppin longst inn í listahøllina á Skipasmiðjuni, har hann […]
Halt á at lesa …Um sama mundið sum Listaskálin stongdi síni framsýningarhøli, ið tey brúka til skiftandi framsýningar, læt upp úti á Skipasmiðjuni tann nú siðbundna Heystframsýningin. Upprunaliga var henda framsýning eitt mótmæli móti leiðsluni í Listaskálanum, men ásannast má, at listastríðið loksins tykist at vera av. Tað var tí gleðiligt at hoyra nýggja stjóran í Listasavni Føroya, Nils […]
Halt á at lesa …Í eini risahøll úti á Rundingi í Havn hongur í hesum døgum uppi ein framsýning við í høvuðsheitum elasmáum málningum. Hetta er framsýning, sum verður hildin í sambandi við at Anker Mortensen varð 50 ár herfyri. Tað kann vera, at málningarnir eru smáir, men hvør av teimum hevur eina stóra søgu. Nógv listafólk hava lyndi […]
Halt á at lesa …Hópur av fólki var komið saman á Steinprent at heiðra Zacharias Heinesen tá hann fylti 75 ár tann 19. mai. Í hesum sambandi var sett upp sera væleydnað framsýning við vatnlitsmyndum. Tá framsýningin læt upp var so mikið nógv av fólki, at tað var ringt at njóta sjálvar myndirnar, men framsýningin er opin til 2. […]
Halt á at lesa …Ongin siðvenja er í Føroyum at dyrka soppar til matna – men soppar í hópatali verða innfluttir. Hetta ætla vit at gera nakað við, og fyrsta stig er at gera nakrar royndir. Hava fingið fatur á nøkrum smáum viðabulum, og eru teir nú potaðir við innfluttum soppum. So er at bíða eftir hvussu teir fara […]
Halt á at lesa …Í vakstrarhúsinum hjá Gramar verður arbeitt við at kanna gagnliga samværið millum soppar og plantur. Samstundis verður stríðst við onnur samværi, ið ikki eru so gagnlig, serliga skordýr ið onkursvegna liva av plantunum. Eiturevni skulu helst ikki brúkast undir slíkum royndum sum vit gera, tí tey kunnu ávirka úrslitið. Náttúran hevur tó loysn á tí […]
Halt á at lesa …
Recent Comments