Hópur av fólki var komið saman á Steinprent at heiðra Zacharias Heinesen tá hann fylti 75 ár tann 19. mai.
Í hesum sambandi var sett upp sera væleydnað framsýning við vatnlitsmyndum.
Tá framsýningin læt upp var so mikið nógv av fólki, at tað var ringt at njóta sjálvar myndirnar, men framsýningin er opin til 2. juli, og fara vit at mæla fólki til at geva sær stundir at fara oman á Steinprent eina løtu at njóta frálíku myndirnar hjá Zachariasi.
Vit tóku nakrar myndir á føðingardegnum – tær eru at finna í myndasavni okkara. Leinki til myndasavnið er her.
Recent Comments