Í vakstrarhúsinum hjá Gramar verður arbeitt við at kanna gagnliga samværið millum soppar og plantur. Samstundis verður stríðst við onnur samværi, ið ikki eru so gagnlig, serliga skordýr ið onkursvegna liva av plantunum. Eiturevni skulu helst ikki brúkast undir slíkum royndum sum vit gera, tí tey kunnu ávirka úrslitið.
Náttúran hevur tó loysn á tí mesta, og her er ein teirra: Eiturkoppar stórtrívast í slíkum umhvørvi, og fáa so nógv at eta, at teir gerast stórir – eftir føroyskum viðurskiftum – og nógvir. Hesin hekk uppi yvir urtapottunum í ferð við at gera eitt lokkanet.
Vit á Gramar arbeiða ikki við skordýrum, og hava tí ikki serligan kunnleika til eiturkoppar. Hesin er góðan cm langur. Nakar sum veit at siga hvat slag hann er?
Dagføring: Havi júst funnið eitt leinki til føroyskar eiturkoppar. Jørgen Lissner hevur gjørt eina heimasíðu við myndum og frágreiðingum. “Spiders of the Faroe Islands” frá 2010.
Recent Comments