Heim » Greinar eftir admin
Greinar eftir admin
Michael Kvium í føroyskum skaldskapi

Michael Kvium í føroyskum skaldskapi

Listasavn Føroya hevur í hesum døgum framsýning við danska listamanninum Michael Kvium. Hesin listamaður er kanska eina mest kendur fyri at mála misháttar skapningar. Í bókini “Gagnligt lív” (á donskum “Organiseret liv“) lýsir William Smith sera væl Michael Kvium, og hevur eisini eina frálíka tulking av myndevnunum. Vit geva Williami orðið: Eitt kór av misháttum […]

Tað kemur meira enn so fyri, at okkara kundar sita og bíða eftir at vit verða liðug við at fínpussa ella kannað eitthvørt, og hava vit higartil í teimum førum givið teimum ein kaffimunn, onkra frukt, eina áhugaverda bók at lesa í, ella boðið teimum at njóta eina løtu úti í havanum, um veðrið er […]

Halt á at lesa …

Í sambandi við nýggja grindatilmælið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu fer Gramar, umframt at ummæla sjálvt grindatilmælið, eisini at viðgera nøkur evni, sum eru knýtt at hesum spurningi. Talan er um at viðgera spurningin um umhvørviseitur heldur enn sjálvt grindadrápið, og hvussu fatanin er av gransking í hesum høpi. Hesar greinar fara at koma so við og […]

Halt á at lesa …

Tvær margháttligar útgávur eru komnar seinasta mánaðin, báðar fíggjaðar av landsins skattaborgarum. Fyrst kom ein donsk listabók, ið skamfer føroyska listaheimin. Bókin er ílatin listfakligan ham, men viðgerðin av samtíðar listafólkum er so tendensiøs, at fakligu grundvirðini eru fokin. Júst tað sama kann sigast um hina margháttligu almennu útgávuna, ið er kosttilmæli um at eta […]

Halt á at lesa …

Tá ið føroyska útgávan av Hvítu bókini eftir Einar Már Guðmundsson varð løgd fram í Norðurlandahúsinum 4. juni 2011, skrivaði Uni Arge grein í Sosialinum um Einar og hansara gløggu eygleiðingar í sambandi við fíggjarkreppuna, sum tók seg upp í Íslandi í 2008.  Greinin er at lesa í savninum hjá Sosialinum undir hesum leinki, ið […]

Halt á at lesa …
Tá byggitøknin ikki røkkur

Trupulleikar við blámusoppi kunnu ikki altíð loysast sum eitt byggimál burturav! Seinastu tíðina hevur regluliga verið at frætt um bygningar sum hava trupulleikar av blámusoppi, og tað vísir seg, at fólk eru ikki heilt álvulig við fyribrigdið. Flestu halda seg vita, at blámusoppur er nakað sum fólk gerast sjúk av. Vanliga fatanin er helst, at […]

Halt á at lesa …

Gramar ger og hýsir heimasíður, skjótt og væl. Bið um tilboð.

Halt á at lesa …
Blámusoppur í Barnaútvarpinum

Nógv hevur verið at frætt um blámusopp í seinastuni, og fatanin hjá nógvum er, at hetta er ein sera áleypandi vera. Sannleikin er, at blámusoppar eru alneyðugir – uttan hesar soppar hevði ikki verið livandi her á fold. Teirra uppgáva er at gera deytt tilfar aftur til mold, so at nýggjar verur kunnu fáa gagn […]

Halt á at lesa …

Carl Jóhan Jensen, ella Skjaldraveldið, var í desember 2010 á eini óhildnari framsýning. Framleiðsla: Gramar

Halt á at lesa …

If

Ongin viðmerking

Sólja Ingunardóttir Mortensen (1990-2005) lesur yrkingina “If”. Eitt vakurt minni um Sólju frá mammu hennara Ingun Olsen, filmsstjóra.

Halt á at lesa …