Blámusoppur í Barnaútvarpinum

Blámusoppur, ella hýggj, á breyði. Ofta verður tosað um blámusopp tá soppur sæst á byggitilfari, men vanligar matvørur verða sagdar at vera hýggjuskotnar. Fyribrigdið er neyvt tað sama.

Nógv hevur verið at frætt um blámusopp í seinastuni, og fatanin hjá nógvum er, at hetta er ein sera áleypandi vera. Sannleikin er, at blámusoppar eru alneyðugir – uttan hesar soppar hevði ikki verið livandi her á fold. Teirra uppgáva er at gera deytt tilfar aftur til mold, so at nýggjar verur kunnu fáa gagn av tilfeinginum.
Einasti trupulleikin er, at vit ikki taka atlit til sopparnar tá bygt verður.
Tilfarið sum vit eru farin at nýta er t.d. skjóttvaksandi trø og spønplátur. Hetta er alt slíkt tilfar sum hóskar seg væl til hópframleiðslu, men tíverri hevur tað onga náttúrliga verju móti blámusoppi. Harvið er sera lætt hjá blámusoppinum at sleppa framat føðsluni, og um bara eitt sindur av fukti er til staðar, so stórtrívast blámusopparnir.

Nógvar hava sendingarnar verið um teir hóttandi blámusopparnir, men einasti miðilin sum hevur spurt hvat blámusoppur er fyri nakað, og hvaðani hann kemur, er Barnaútvarpið.
Elin á Rógvi hevði sett sær fyri at gera eina viku við sendingum um fyribrigdi sum vóru frammi í miðlunum, men sum í nógvum førum hvørki børn ella vaksin skilja bakgrundina fyri. Hetta vóru spurningar um trupulleikarnar í Miðeystri, um pengar, og um blámusopp.

Elin á Rógvi setti Erlu Olsen nakrar spurningar um blámusopp. Sendingin varð send 18. mars 2011:

BU_180311

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>