Vandamikið kosttilmæli

Tvær margháttligar útgávur eru komnar seinasta mánaðin, báðar fíggjaðar av landsins skattaborgarum. Fyrst kom ein donsk listabók, ið skamfer føroyska listaheimin. Bókin er ílatin listfakligan ham, men viðgerðin av samtíðar listafólkum er so tendensiøs, at fakligu grundvirðini eru fokin. Júst tað sama kann sigast um hina margháttligu almennu útgávuna, ið er kosttilmæli um at eta grind.

Í mun til listabókina, ið er skrivað av Michael Wivel, so hevur kosttilmælið um at eta grind ongan høvund, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan stendur sum útgevari. Kosttilmælið frá 1998 hevur sama útgevara, men tá vóru eisini Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin við. Í 2008 komu Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin við síni endaligu niðurstøðu, at grind er ikki mannaføði. Heilsufrøðiliga Starvsstovan valdi ikki at vera við í tí tilmælinum, men er nú langt um leingi komin við sínum egna tilmæli, sum í høvuðsheitum heldur fast við tilmælið frá 1998, við tí broyting at í staðin fyri at tilmæla at eta grind 1-2 ferðir um mánaðin, so verður nú tilmælt at eta grind 1 ferð um mánaðin.

 

Alkoholtilmæli og grindatilmæli

Fyri skjótt nógvum árum síðani kom eitt tilmæli frá heilsumyndugleikunum um at konufólk í mesta lagi skulu drekka 14 lítlar um vikuna. Tóktist rættiliga einfalt, og summi fólk fataðu hetta sum at tað var í fínasta lagi at drekka allar 14 snapsarnar í senn. Og kanska onkur eisini roknaði seg fram til, at um viðkomandi drakk 14 snapsar fríggjakvøld, og 14 snapsar leygarkvøld, so helt hon seg tó til heilsutilmælið um hon síðan einki drakk í 2 vikur eftir hetta. Og um nú bert varð drukkið eina ferð um mánaðin, so kundi hon drekka 56 snapsir í einum – á denn lukka!

Alkohol er eitt eitur sum kann skaða kroppin á ymsan hátt, serliga um nøgdin verður ov stór. Tí hava heilsumyndugleikarnir seinni ásett, at vit – bæði kvinnur og menn – ongantíð skulu drekka meira enn 5 snapsar í senn, og ikki meira enn 14 ella 21 um vikuna, alt eftir kyni.

Kyksilvur er eisini skaðiligt, men í mun til alkohol gongur munandi longri tíð áðrenn kroppurin sleppur av við kyksilvurið. Tí skal ansast serliga væl eftir ikki at fáa eina støðugt høga nøgd av kyksilvur í kroppin, men ansast skal eisini eftir ikki at fáa eina bráðfeingis eitring. Tí verður av flestu heilsumyndugleikum sagt, at vit mugu ikki eta meira enn 1,6 µg av kyksilvur um vikuna fyri hvørt kg sum vit viga. Henda nøgd er ta hægsta, nakar heilsumyndugleiki mælir til, meðan t.d. í USA verður mælt til minni enn helvtina, nevniliga 0,7 µg. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur brúkt hægsta markvirði sum er tøkt, nevniliga 1,6 µg. Umroknað til ein miðalpersón á 70 kg merkir hetta, at vit sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kunnu eta 112 µg av kyksilvur um vikuna (svarar til 14 snapsar, sí dømið við snapsinum) uttan at fáa sjónlig mein av hesum.

 

At rokna seg til umbiðið úrslit

Við at lesa nýggja tilmælið um at eta grind er fullkomiliga greitt, at arbeitt hevur verið fram ímóti ávísum úrsliti. Eisini sæst, at Starvsstovan er fullgreið yvir treytirnar sum galda fyri slíkt arbeiði, men hevur í summum førum valt at broyta hesar treytir, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.

Fyrsta fortreyt, sum eisini stendur skrivað í galdandi lógum í Føroyum, og sum HS umsitur, er, at í einum kg av matvørum má ongantíð vera meira enn 1 mg av kyksilvur. Hóast hetta, so verður staðfest, at í grind eru 2 mg/kg í miðal.

Onnur fortreyt sigur, at fólk mugu ikki eta størri nøgd av kviksilvuri enn tað sum svarar til 1,6 µg fyri hvørt kilo, tey viga, um vikuna. Hetta hevur HS umroknað til, hvussu nógv kann etast um mánaðin.

Sostatt roknar Heilsufrøðiliga Starvsstovan seg fram til, at av tí at grind í miðal hevur 2 mg av kyksilvur í hvørjum kg av tvøsti, so ber til hjá okkum at eta ein hampiligan grindadøgverða 1 ferð um mánaðin, uttan at fara uppum størstu nøgdina, ið vit kunnu tola. Skál!

 

Ósamvar við galdandi lóg

Nýggja tilmælið frá HSF mælir til, at fólk eta 500 µg av kyksilvuri um mánaðin, men taka ikki atlit til mynd 1 í tilmælinum, sum vísir, at hvalir hava verið kannaðir sum høvdu yvir 9 µg/kg tvøst, ella 4.5 ferðir so nógv sum miðalvirðið sum HS roknar við. Tá so eisini verður havt í huga, hvussu grindabýtið fer fram, har einstøku partarnir eru av sama hvali, so er greitt, at tey óhepnu, sum fáa burturav nevnda hvali, fáa eina rúgvu av illa dálkaðum døgverðum, og verða útvið 5 ferðir so dálkað, sum tey sum fingu ein miðal dálkaðan hval.

Hetta má vera á markinum til brot á lógina um matvørur, ið eigur at verja brúkaran móti eitran, og sum HFS eisini umsitur.

 

Eitt kosttilmæli uttan trygdargeira

Í tilmælinum verður greitt frá, hvussu slík markvirði vanliga verða sett. Greitt verður frá um nøgdina, har eingi skaðilig árin eru skrásett (NOAEL). Síðani greiða tey frá, at fyri at verja veikastu fólkini, so verður einans ein fimtapartur ella tíggjundapartur av hesi skaðiligu nøgd góðtikin í mannaføði. Út frá hesum trygdarkrøvum er ein nevnd (JECFA) undir alheims heilsustovnunum WHO og FAO komin til, at hægsta talið av tí nøgd av kyksilvuri, sum kann góðtakast at fólk eta, er 1,6 µg fyri hvørt kg, tey viga. JECFA hevur mett, at við kyksilvuri er ein trygdarfaktorur uppá 6,4 nóg mikið, ella við øðrum orðum, at eta fólk 10,24 µg av kyksilvuri fyri hvørt kilo tey viga, so eru tey uppi á eini nøgd sum gevur árin.

Sambært kosttilmælinum gevur ein døgverði við 250 g av tvøsti einum 70 kg persóni 7,1 µg fyri hvørt kg kropsvekt. Men tað er bara rætt um tey eta av einum miðal hvali. Eru tey óheppin og fáa part av einum bara eitt sindur meira enn miðal dálkaðum hvali, t.d. 3 mg, so fáa tey so mikið kyksilvur niður í seg, at tey eru omanfyri markvirðinum av, at eingi árin kunnu koma. Og fáa tey part í einum illa dálkaðum hvali, t.d. 9 mg, so fáa tey, sum eitt eyka krydd, yvir 30 µg fyri hvørt kg kropsvekt, ella meira enn 4 ferðir ta nøgd, ið heilsustovnar meta kunnu geva árin.

 

Umrokning frá vikunøgd til mánaðarnøgd

Sambært altjóða reglum skal tolda nøgdin av kyksilvuri verða nevnd í µg fyri hvørja viku.

Her eru heilt greiðar reglur fyri, hvussu fram skal farast, og brúkt verða tvey fyribrigdi (PTWI og PTMI):

PTWI er galdandi toldar vikuligar nøgdir (provisional tolerable weekly intake), og verður brúkt til tungmetall, sum finnast í mati, og sum ikki slepst undan, og sum hópa seg upp í mannakroppinum. Hesi tungmetall eru serliga at finna í grindatvøsti.

PTMI er galdandi toldar mánaðarligar nøgdir (provisional tolerable monthly intake). Hesi verða brúkt til dálkandi evni, ið brúka sera langa tíð um at minka í mannakroppinum, t.d. dioxin og PCB, ið eisini eru í hópatali í grindahvali, men heldur seg til feittvevnaðin, t.d. spikið.

Tann tilráðing, ið HS nýtir í sínum útrokningum, hava tey sambært tilmælinum funnið í eini frágreiðing frá 2003, ið eisini staðfestir, at talan møguliga verður um at broyta útrokningarnar fyri kyksilvur frá PTWI til PTMI.

Í 2006 var viðmælda nøgdin frá 2003 staðfest uttan nakrar broytingar. Eisini varð nevnt, at kanska høvdu umleið 2 ferðir størri nøgdir enn tey viðmæltu 1,6 µg onga ávirkan á nervalagið hjá vaksnum fólkum, men framvegis eru barnakonur, fostur og smábørn sera útsett.[i]

Spurningurin er so, um tað ger nakran mun, hvørt brúkt verða vikulig ella mánaðarlig virðir. Hesin spurningur hevur verið frammi, eisini innan JECFA, ið sum sagt ikki vildu broyta vikuliga tilmælið til mánaðarligt. Eitt annað dømi er cadmium, sum júst JECFA í 2010 broytti til at verða roknað eftir mánaðarligum nøgdum heldur enn vikuligum, men sum evropeiski matvørustovnurin EFSA seinni vrakaði, fyri at verja brúkaran.[ii]

Og tað er ikki av ongum, at vit ikki skulu eta stórar nøgdir av eitri í senn. Verður hugsað um ávirkanina av alkoholi, um vikuliga nøgdin verður drukkin í einum, so er sjónligt, at talan er um eitring. Vísindaliga verður eisini mett, at størri vandi er í at eta døgverðar við nógvum kyksilvuri sjáldan, enn at eta somu nøgd regluliga, hetta hóast nøgdin av kyksilvuri er tann sama.[iii]

Sostatt rillar sjálvt grundarlagið undir útrokningunum í nýggja tilmælinum at eta grind frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu, um endamálið var at tryggja vanliga borgaranum móti eitran.

 

Kyksilvur er eisini í øðrum mati

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger vart við, at hetta kosttilmælið bert tekur støði í grind. Hetta tykist eitt sindur løgið, tá føroyingar skulu eitast at vera eitt tað fólkaslag sum etur mest av fiski, og at allur matur úr sjónum er fongdur við kyksilvurdálking.

Serliga er tað rovfiskur sum kann hava nógv kyksilvur í sær. Í øðrum londum verður tí strembað eftir at fáa fólk at eta minni av rovfiski og meira av øðrum fiski, tí ásannað verður, at so mikið nógv av góðum evnum eru í fiski, at fyrimunirnir eru munandi fleiri enn vansarnir.[iv]

Í Føroyum verður leitað eftir fyrimununum av at eta grind!

 

Eitt frámæli

Umframt kyksilvur so eru nógv onnur skaðilig evni í grind og spiki, sum so at siga ikki slepst av aftur við, og hevur nýggjasta granskingin víst, at hesi evni, saman við stóru nøgdini av kyksilvuri, elva til nógvar og álvarsligar sjúkur, og tí kunnu heilsumyndugleikar ikki viðmæla longur at eta grind.

Tann stovnur, sum eigur at tryggja føroyingum, at vit ikki verða sjúk av at eta mat, kemur við einum tilmæli um at eta heilsuskaðiligan mat. Men øll, sum duga at lesa, síggja, at í veruleikanum er hetta eitt frámæli.

Tórshavn 17. juni 2011

Erla Olsen

 


[i] The 67th JECFA confirmed the PTWI of 1.6 μg/kg bw, set in 2003, based on the most sensitive toxicological end-point (developmental neurotoxicity) in the most susceptible species (humans). However, the Committee noted that life-stages other than the embryo and fetus may be less sensitive to the adverse effects of methylmercury. The Committee considered that intakes of up to about two times higher than the existing PTWI would not pose any risk of neurotoxicity in adults, except for women of childbearing age in order to protect the embryo and fetus. Concerning infant and children up to about 17 years no firm conclusions could be drawn; it is clear that they are not more sensitive than the embryo or fetus, but may be more sensitive than adults because significant development of the brain continues in infancy and childhood. Therefore, no level of intake higher than the existing PTWI could be identified of infants and children. CF/5, ING/1, Mars 2011. Working dokument for information and use in discussions related to contaminants and toxins in the GSCTFF. Joint FAO/WHO food standards programme codex committee on contaminants in foods. Fifth Sesion. The Hauge, Netherlands, March 2011.

[ii] Scientific opinion. Statement on tolerable weekly intake for cadmium. EFSA Panel on Contaminants in the Food Chain (CONTAM). EFSA Journal 2011: 9 (2): 1975.

[iii] Thomas W. Clarkson og Laszlo Magos. 2006. The toxicology of mercury and its chemical compounds. Critical Reviews in Toxicology 36: 609-662.

[iv] Cohen et al., 2005. A Quantitative Risk-Benefit Analysis of Changes in Population Fish Consumption. American Journal of Preventive Medicine 29 (4): 325-334.

1 aftursvar til Vandamikið kosttilmæli

  1. Hey Erla :o)
    Havi júst lisið tína stak áhugaverdu grein. Ótrúligt, at HS fer so lætt um vandan fyri kyksilvureitran, sum vit eru vorðin ávaraði um nú í so mong ár. Eg fái meg ikki á trúgva, at hetta er eitt politiskt spæl?…
    Heilsan Marita

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>