Íslendska skrædlið í hvítari bók

Tá ið føroyska útgávan av Hvítu bókini eftir Einar Már Guðmundsson varð løgd fram í Norðurlandahúsinum 4. juni 2011, skrivaði Uni Arge grein í Sosialinum um Einar og hansara gløggu eygleiðingar í sambandi við fíggjarkreppuna, sum tók seg upp í Íslandi í 2008. 

Greinin er at lesa í savninum hjá Sosialinum undir hesum leinki, ið krevur blaðhald.

Her er byrjanin av greinini:

Gravgangur eftir søguni um íslendska skrædlið

Nærum 200 fólk vóru í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og lýddu á íslendska rithøvundan, Einar Már Guðmundsson, tá Hvítabók hansara um kreppuna í Íslandi varð løgd fram á føroyskum

Alt, ið krúpa kundi av lærarum, bókmentafólkum, tíðindafólkum, politikarum og øðrum áhugaðum, var møtt upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tá Einar Már Guðmundsson og Carl Jóhan Jensen, ið hevur týtt Hvítubókina, greiddu frá, hvussu bókin kom í lag.

Einar Már Guðmundsson var sera virkin í almenna orðaskiftinum í Íslandi, tá bankarnir fóru á húsagang í oktober 2008, og fólkið fór á gøtuna at krevja stjórnina hjá Geir Haarde setta frá. Tíðargreinir hansara vaktu ans, tí tær vóru so atfinnandi, og Hvítabókin er eitt savn av hesum greinum, har lagt er aftrat tekstunum við upplýsingum og metingum.

Einar Már Guðmundsson eirir ongan í bókini, hvørki politikarar, fíggjarfúrstar ella fyri tann skuld tann kravmikla Altjóða Gjaldoyragrunnin, tí hann er sera harmur um, at støðan í Íslandi er vorðin so hættislig, sum hon er. Tó megnar hann við sínum speisemi at geva fólki innlit í sínar hugsanir á stuttligan hátt.

(Framhald: http://www.sosialurin.fo/main.cfm/s/2/article/136551)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *