Vit hava fingið vælveruøki

Tað kemur meira enn so fyri, at okkara kundar sita og bíða eftir at vit verða liðug við at fínpussa ella kannað eitthvørt, og hava vit higartil í teimum førum givið teimum ein kaffimunn, onkra frukt, eina áhugaverda bók at lesa í, ella boðið teimum at njóta eina løtu úti í havanum, um veðrið er til tað.

Nú hava okkara kundar harumframt møguleika at brúka hesar løtur til at styrkja seg, tí nú er eitt vælveruøki komið beint við Gramar.

Parkeringsviðurskiftini eru kanska ikki so framúr góð, tí aloftast eru øll parkeringsplássini upptikin í vanligari skrivstovutíð. Verður hugsað um heilsuna, so er jú gott at ganga, og verður eisini hugsað um umhvørvið, so er uppaftur betri at ganga.

Vit á Gramar ætla okkum bæði at bjóða kundum okkara at brúka nýggja vælveruøkið, og at brúka tað sjálvi.

Í myndasavninum er sýning við myndum frá tá vælveruøkið á Glaðsheyggi alment varð tikið í nýtslu. Gramar fer við hesum at takka Tórshavnar Býráð fyri tiltakið.

Sí myndasavnið við myndum frá tiltakinum á Glaðsheyggi her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *