List við góðum søgum og gleði

Í eini risahøll úti á Rundingi í Havn hongur í hesum døgum uppi ein framsýning við í høvuðsheitum elasmáum málningum. Hetta er framsýning, sum verður hildin í sambandi við at Anker Mortensen varð 50 ár herfyri.

Tað kann vera, at málningarnir eru smáir, men hvør av teimum hevur eina stóra søgu. Nógv listafólk hava lyndi til at gera stórar málningar, sum hóska seg væl til opin almenn rúm, og kanska onkra stóra stovu, men fáir eru tey rúm sum bera nógvar slíkar stórar málningar.

Tá er øðrvísi við hesum smáu málningunum hjá Anker Mortensen, sum ikki standa og rópa eftir hvørjum øðrum og áskoðaranum, men heldur lokka áskoðaran at koma nærri og hyggja inn í myndina, púra ótarnað av øðrum myndum beint við.

Ikki færri enn 79 myndir eru á framsýningini, og tær flestu eru smáar í vavi, tó at nakrir stórir málningar eisini eru. Listin hjá Anker Mortensen er helst slík, sum áskoðarin skal venja seg til, tí Anker roynir als ikki at gera vakra list, ella sofastykkir. Anker sigur frá søgum.

Ein søgan er um svørtu kettuna “Hvirla” ið hvarv. Húsið hjá Hvirlu fekk sær hønur, og serliga vóru tey góð við ta veikastu og minstu hønuna. Hvirla hevði fingið at vita, at hon skuldi halda labbarnar burtur frá hønunum. Men ein dagin var yndishønan burtur, og Hvirla varð funnin liggjandi í grasinum við uppbólgnaðum búki – full av hønu. Hvirla fekk eitt sovorðið skeld, at hon bleiv fornermað og stakk av. Hvirla kom ikki afturíaftur, hon hvarv!

Eitt er at fara á framsýning at síggja myndir. Samstundis er eisini høvi at síggja og samskifta við hinar áskoðararnar. Stuttligt at síggja hvussu upplívgað fólk vóru av myndunum hjá Anker – men tað er als ikki so løgið, tí myndirnar tala, og tær tala við gleði.

Anker Mortensen og John Dalsgarð undir eini av teimum stóru myndunum á framsýningini: som den gyldne sol… tað óskapta ljósið.

Reyðir og grønir prikkar… Sjálvt søluprikkarnir undir myndunum siga eina søgu!

Sí fleiri myndir í myndasavninum við at trýsta á hetta leinki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *