Skaldævisøgan “Andlit” eftir íslendska rithøvundan Bjarna Bjarnason kemur nú út á føroyskum. Søgan, sum fer fram á ymiskum pallum í Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi, er um uppvakstrarárini hjá dronginum Gullbrandi Högnason. Andlit er ein søga um at vaksa upp flakkandi um ymsar heimar ytri sum innari. Men eru tíðirnar frá sær sjálvum, er hvør […]
Nú kuldin er farin at bíta, og gróðurin er hildin uppat fyri í ár, bæði vegna kulda og vantandi ljós, er ein heldur sjáldsamur gestur komin at flákra millum teldurnar á Gramar. Talan er um ein firvald, helst ein snjófiðrildi (Pieris rapae). Sambært bókini Firvaldar hjá Jens-Kjeld Jensen og Hans Eli Sivertsen livir ormveran hjá […]
Halt á at lesa …Ólavsøkuskráin er nú komin, og fæst ókeypis í flestu størru handlum í Havn og við Snarskivuna. Tað plagar at vera stórur áhugi at ogna sær eitt eintak, men um so er at tey prentaðu eintøkini verða uppi, so eru ikki allar súður syftar, tí til ber eisini at taka niður Ólavsøkuskránna sum pdf-fílu frá Tórshavnar […]
Halt á at lesa …Sera stórur áhugi var fyri hátíðarhaldinum í Áartúni, tá standmyndin av áarstovubrøðrunum Hans Andriasi og Janusi varð avdúkað, og sannur veitslurómur var, hóast rættiliga tíðliga á degi (hátíðarhaldið byrjaði kl. 11). Tað var ikki sørt at folk vóru í ólavsøkuhýri, hóast enn eru 10 dagar til ólavsøkan alment verður sett, og nevndi Heðin Mortensen, borgarstjóri, […]
Halt á at lesa …Carl Julian Graba gjørdi ferð til Føroya í 1828 og skrivaði frágreiðing um føroysku náttúruna, serliga um fuglarnar. Hann fekk tó ymiskt annað við eisini, m.a. var hann í kirkju í Bø: “Vit fóru til messu við Struer presti. Nógv fólk var í kirkju, men sangurin var tað ræðuligasta, sum eg nakrantíð í lívi mínum […]
Halt á at lesa …Tað fyrsta tú renir teg í tá tú kemur út á Heystframsýningina er ein gipsmynd av Palla Gregoriussen, ið stendur fremst í eini røð av andlitsmyndum eftir Hans Paula Olsen. Av teimum fýra høvdunum, sum eru á framsýningini, er henda av Palla tann einasta, sum er av einum persóni, ið hvørki hevur verk við sjálvur […]
Halt á at lesa …Dóttir Hans Paula, er heldur ikki sloppin undan. Henda andlitsmyndin er sett rættiliga uttarlaga í høllini, og vendir hon bakið til síni egnu verk – og til Zacharias, ið eygleiðir hana væl og virðiliga.
Halt á at lesa …Eins og Tróndur Patursson, so er Zakarias eisini væl umboðaður á Heystframsýningini, bæði við verkum og við andlitsmynd, ið Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Men meðan andlitsmyndin av Tróndi vendir nakkan til verk Tróndar, og heldur hyggur beint yvir at Zakariasi, so vendir andlitsmyndin av Zakariasi soleiðis at hann fær eygleitt fólk ið fara at […]
Halt á at lesa …Tróndur Patursson var væl umboðaður tá Heystframsýningin 2011 læt upp leygardagin 15. oktober. Hann var hann sjálvur, hann sýndi fram málningar, og hann varð eisini sjálvur sýndur fram í gipsi. Andlitsmyndin hjá Hans Paula Olsen av Tróndi er sjáldsama livandi, og er tann andlitsmyndin, ið er sloppin longst inn í listahøllina á Skipasmiðjuni, har hann […]
Halt á at lesa …Um sama mundið sum Listaskálin stongdi síni framsýningarhøli, ið tey brúka til skiftandi framsýningar, læt upp úti á Skipasmiðjuni tann nú siðbundna Heystframsýningin. Upprunaliga var henda framsýning eitt mótmæli móti leiðsluni í Listaskálanum, men ásannast má, at listastríðið loksins tykist at vera av. Tað var tí gleðiligt at hoyra nýggja stjóran í Listasavni Føroya, Nils […]
Halt á at lesa …
Recent Comments