Heim » Bólkasavn » Gransking
Dagførd grindahagtøl

Dagførd grindahagtøl

Í kosttilmælinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu er ein partur har tey hava gjørt nakrar metingar út frá kostkanningum og grindadrápi. Tey hava brúkt tøl frá hagstovuni, men hava ikki fingið tølini fyri 2010 við, hóast tey vóru tøk  í februar 2011, ella 3-4 mánaðir áðrenn tilmælið um at eta grind varð almannakunngjørt. Niðanfyri eru teir somu […]

Í sambandi við nýggja grindatilmælið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu fer Gramar, umframt at ummæla sjálvt grindatilmælið, eisini at viðgera nøkur evni, sum eru knýtt at hesum spurningi. Talan er um at viðgera spurningin um umhvørviseitur heldur enn sjálvt grindadrápið, og hvussu fatanin er av gransking í hesum høpi. Hesar greinar fara at koma so við og […]

Halt á at lesa …

Tvær margháttligar útgávur eru komnar seinasta mánaðin, báðar fíggjaðar av landsins skattaborgarum. Fyrst kom ein donsk listabók, ið skamfer føroyska listaheimin. Bókin er ílatin listfakligan ham, men viðgerðin av samtíðar listafólkum er so tendensiøs, at fakligu grundvirðini eru fokin. Júst tað sama kann sigast um hina margháttligu almennu útgávuna, ið er kosttilmæli um at eta […]

Halt á at lesa …
Tá byggitøknin ikki røkkur

Trupulleikar við blámusoppi kunnu ikki altíð loysast sum eitt byggimál burturav! Seinastu tíðina hevur regluliga verið at frætt um bygningar sum hava trupulleikar av blámusoppi, og tað vísir seg, at fólk eru ikki heilt álvulig við fyribrigdið. Flestu halda seg vita, at blámusoppur er nakað sum fólk gerast sjúk av. Vanliga fatanin er helst, at […]

Halt á at lesa …
Blámusoppur í Barnaútvarpinum

Nógv hevur verið at frætt um blámusopp í seinastuni, og fatanin hjá nógvum er, at hetta er ein sera áleypandi vera. Sannleikin er, at blámusoppar eru alneyðugir – uttan hesar soppar hevði ikki verið livandi her á fold. Teirra uppgáva er at gera deytt tilfar aftur til mold, so at nýggjar verur kunnu fáa gagn […]

Halt á at lesa …
Grunnar til vísindi og gransking fækkast

Vísindagrunnurin hjá Eik hevur mangan verið góður tá fígging hevur vantað innan føroyska vísindaumhvørvið.  Hesin grunnur hevur sum endamál at stuðla útgávu av gransking og at stuðla føroyskum granskingar­verkætlanum, útgerð v.m. Sostatt loyvdi Gramar sær at søkja um stuðul til keyp av útgerð. Henda umsókn var dagfest 15. september 2010. Hetta var meðan tað enn […]

Halt á at lesa …
Íslendskur hundur

Luska er ein hundur av heilt serligum slagi, tí hon er íslendskur hundur. Luska er bæði hvít og morreyð, og hon hevur arvaeginleikarnar fyri bæði hvítum og morreyðum. Upprunaligu íslendsku hundarnir vóru bara morreyðir. Føroyingar hava ikki nakra skráseting um hundasløg. Man nakað vera eftir av gomlum hundasløgum í Føroyum?

Halt á at lesa …
Samstarv um kanning av seyðabiti

Gramar Gransking kannar ávirkanina av seyðabiti á planturøtur og sopprót. Hetta fer fram í samstarvi við Landbúnaðaruniversitetið í Hvanneyri og við Landbrugshøgskolen í Stend. Her eru Erla Olsen frá Gramar og Anna Guðrun Thórhallsdóttir frá Landbúnaðaruniversitetinum í Hvanneyri. Myndasavnið frá hesi ferð vísir myndir frá Húsafelli, har so at siga einki bit er. Á myndunum […]

Halt á at lesa …

Sopprót

1 viðmerking
Sopprót

Sopprót er gagnlig symbiosa millum soppar og plantur. Tað finnast ymisk sløg av sopparót, tann mest kenda er helst tann millum trø og soppasløg sum gera hundalond. Tann mest vanliga er tó millum ein ávísan bólk av soppum (Glomeromycota) og umleið 2/3 av øllum plantusløgum, og nevnist arbuskul sopparót. Henda sopparót finst um alla knøttin, […]

Halt á at lesa …