Vísindagrunnurin hjá Eik hevur mangan verið góður tá fígging hevur vantað innan føroyska vísindaumhvørvið. Hesin grunnur hevur sum endamál at stuðla útgávu av gransking og at stuðla føroyskum granskingarverkætlanum, útgerð v.m.
Sostatt loyvdi Gramar sær at søkja um stuðul til keyp av útgerð. Henda umsókn var dagfest 15. september 2010. Hetta var meðan tað enn gekk væl hjá Eik, ella ið hvussu so er undan 24. september, tá Landsstýrið varð kunnað um at eginpeningurin hjá Eik var horvin, og undan 30. september, tá Eik fór undir Fíggjarligt Støðufesti.
Vit hava fingið svar:
Vit skulu boða frá, at Eik Grunnurin, sum Vísindagrunnurin er partur av, hevur verið í eini tilgongd, sum nú er endað í konkurs. Tískil kann stuðul ikki játtast úr Vísindagrunninum og umsókn tygara kann tíverri ikki gangast á møti.
At umsóknin ikki kundi gangast á møti var ikki óvæntað. Men harmiligt er tað, at stuðulsmøguleikarnir fækkast. Vónandi tekur nýggi eigarin av Eik stig til at gera ein nýggjan Vísindagrunn, samfelagnum at frama.
Recent Comments