Tað fyrsta tú renir teg í tá tú kemur út á Heystframsýningina er ein gipsmynd av Palla Gregoriussen, ið stendur fremst í eini røð av andlitsmyndum eftir Hans Paula Olsen. Av teimum fýra høvdunum, sum eru á framsýningini, er henda av Palla tann einasta, sum er av einum persóni, ið hvørki hevur verk við sjálvur á hesi framsýning, ella hevur tætt samband við listafólkið.
Sjálvur var Palli til staðar, tá framsýningin læt upp, so her er eitt høvi at samanbera útgávuna hjá Hans Paula Olsen við originalin.
Listaverkini hjá Palla eru annars ikki so fá. Hann er meistarin, ið er kendur út um landoddarnar fyri sínar sínar bygningar, og hann hevur gjørt tekningar til fleiri bøkur, bæði við tekningum við føroyskum motivum, útlendskum motivum, fyri ikki um at tala stórfingna verkið um føroysku kirkjurnar. Forlagið í Støplum hevur givið flestu bøkurnar hjá Palla út.
أحدث التعليقات