Palli Gregoriussen arkitektur í 50 ár

The grand old man innan føroyskan arkitektur helt tann 9. mars 2011 50 ára starvsdag, og tað varð hildið við eini rimmar samkomu í Starvsmannafelagshúsinum, sum Arkitektafelagið tók stig til. Palli Gregoriussen er heiðurslimur í Arkitektafelagnum.

Nógv komu at heiðra Palla Gregoriussen. Høvi var at síggja stóra framsýning við høvuðsverkunum hjá Palla, og fyri at seta serligan dám og hugna á løtuna hevði Palli heitt á skyldmannin Simma um at spæla nøkur løg á ljómborðinum. Hesi løg, eins tekningarnar hjá Palla, eru sprottin úr heimligum viðurskiftum.

Fyrstur at siga nøkur orð var formaður Arkitektafelagsins, Svend Sigvardsen, ið eisini vegna Arkitektafelagið handaði Palla blómutyssi.

Ein stórur partur av virkseminum hjá Palla hesi 50 árini hevur snúð seg um at ráðgivið og teknað í sambandi við almennar bygningar, bæði nýbygningar og um- og útbyggingar. Talan er bæði um skúlar, kirjkur og aðrar almennar bygdingar. Í hesum sambandi bar Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, fram eina heilsan til Palla. Henda heilsanin sæst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, sí leinki her.

Umframt at vera virkin arkitektur og listamaður hevur Palli víst serligan áhuga fyri mentan í breiðari merking og sínum ættfedrum. Hann hevur ongantíð dult fyri, hvørjum upphavi hann er av, í bæði faðir- og móðurætt. Og harumframt hevur hann verið virkin ítróttarmaður. Í hesum sambandi bar skyldmaður Palla, Jógvan Arge, ið er formaður í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, fram heilsan, ið sæst at lesa á heimasíðuni hjá Jógvani, sí leinki her.

Palli hevur havt ein hóp av starvsfelagum hesi hálvthundrað árini. Í 1981 var hann ein av teimum, ið tók stig til at stovna Arkitektafelag Føroya, og hesi seinastu umleið 20 árini hevur hann verið heiðurslimur í felagnum. Ein, ið var við at stovna Arkitektafelagið var Albert Isfeld, sum eisini starvaðist á teknistovuni hjá Palla miðskeiðis í 70-árunum.Eisini Albert bar fram eina kvøðu til Palla í sambandi við starvsdagin.

Síðstur at bera fram heilsu til Palla var John Dalsgarð, ið vegna Forlagið í Støplum hevur staðið fyri útgávuni av flestu bókaverkunum hjá Palla. John Dalsgarð hugleiddi tó ikki bara um bókaverk og útgávur, men eisini um síni barnaár úti á Peterhead, tá tey vóru grannar hjá Palla, og um hvussu Palli tann 1. apríl 1965 fylti bilin við børnum fyri at fara oman í Vágsbotn at síggja ísbjørnina sum sambært útvarpinum var komin rekandi inn á Havnarvág.

Sí fleiri myndir frá móttøkuni hjá Palla Gregoriussen her.

Enn ber til at fáa til keyps

Tórshavn vár miðstøð og borg 2

Um heimsins borgir

 

 

 

 

 

 

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>