Við fjølbroytta virkseminum á Gramar ber til at veita eina sera fjølbroytta tænastu. Vit kunnu ráðgeva innan náttúru og umhvørvisspurningar, umframt átaka okkum málsliga viðgerð, og kunnu sostatt eisini gera fullfíggjaðar frágreiðingar, sum bæði fakliga, málsliga og grafiskt lúka øll dagsins krøv.
Bæði kommunur, virkir og einstaklingar hava í summum førum brúk fyri at lata ymsar frágreiðingar til myndugleikarnar, tað verði seg umhvørvisfrágreiðingar, árinskanningar og støðulýsingar. Hetta eru alt viðurskifti sum vit hava royndir við, og kunnu vit veita bæði ráðgeving og eisini kunnu vit hjálpa til við at skriva hesar frágreiðingar. Eisini kunnu vit átaka okkum at gera árinskanningar og støðulýsingar.
أحدث التعليقات