Føroyskar skaldsøgur

Gagnligt lív

Er hugsandi, at Føroyar kunnu vera upprunastøð fyri eirindaleysum, karráum handli við lívgøgnum?

Í krimisøguni Gagnligt lív hendir tað óhugsandi.

Hvalastøðin við Áir er vorðin umbygd til altjóða privathospitalið Vita Hospital, ið er støð fyri eirindaleysum og kyniskum handli við lívgøgnum, ið verða tikin úr 8-12 ára gomlum børnum. Børnini verða rænd í eysturasiatiskum menningarlondum og førd til Vita Hospital við Áir, har lívgøgnini verða tikin úr. Tey gøgnini, ið ikki verða transplanterað til útlendsku sjúklingarnar á privathospitalinum við Áir, verða seld múgvandi fólki um allan heimin.

Lokabragdið verður avdúkað, tá ið Magnus Arnstein narkosulækni, og danska kona hansara, Lisbet, ið er sjúkrarøktarfrøðingur, varnast, at løgnar hendingar fara fram á Vita Hospital, har tey bæði starvast.

Høvuðsevni í bókini er samvitskuleysa nýtslan av børnum úr menningarlondum, men eisini spurningurin um transplantatión av lívgøgnum sum etiskt-moralskt fyribigdi, gongur sum reyður tráður í hesi skakandi og spennandi skaldsøguni.

Additional DescriptionNeyvari lýsing

Upprunamál: Danskt Týðing: Sonni Smith Tekningar: Helena Smith ISBN: 99918-914-8-X

Prísur: DKK 220,00

Loading Kurvin verður dagførd…

Tvær skrekkiligar søgur

Í bókini Tvær skrekkiligar søgur, sum er ætlað bæði ungum og tilkomnum, eru tvær stuttsøgur, ið báðar snúgva seg um sonevndar ræðslusjúkur – fobiir. Søgurnar eru ein námsferð í pørtum av sálarfrøðini, har høvundurin, William Smith, ger vart við, at vit í ov stóran mun verða stýrd av tilvildarligum hendingum og upplivingum, vit hava havt heilt tíðliga í lívinum. Við rámandi og stuttligum dømum úr djóraverðini, roynir høvundurin eisini at vísa á, hvussu vit miðvíst kunnu arbeiða okkum burtur úr hesum ræðsludýpi. Søgurnar í bókini eru Likkan, sum hevði hæddarskrekk og Kombikkið, ið hevði vatnskrekk og frásøgupallurin er øll tann føroyska náttúran.

Additional DescriptionNeyvari lýsing

Høvundur: William Smith Myndir: Upprunamál: Føroyskt

Prísur: DKK 180,00

Loading Kurvin verður dagførd…

Hvíta bókin

Einar Már Guðmundsson vakti stóran ans bæði í Íslandi og øðrum Norðurlondum fyri sínar hvøssu greinar í Morgunblaðnum vikurnar og mánaðirnar eftir skrædlið, heystið 2008. Í greinunum endavendi hann støðuni og spardi ongan, hvørki á høgra- ella vinstraveinginum, og hann spurdi naskar spurningar eins og óvitin í ævintýrinum, sum vildi vita, hví keisarin gekk nakin. Nú hevur hann evnað greinarnar um til eina bók, skoytt aftur at tekstunum, hvest teir og gjørt teir til eitt upplýsingarrit og ein hugmyndabanka fyri øll.

Hvíta bókin er eitt serstakt verk allar vegir: lívlig og stutlig, men samstundis eisini miskunnarleys í lýsingum sínum av íslendska samfelagnum og teimum broytingum tað er farið í gjøgnum seinastu árini; bókin fer víða um í tíð og rúmi, blandar endurminningar hjá Einari Má sjálvum saman við heimspolitik og søgu, rokktónleik og búskaparkjak, íslendsk stjórnmál og bókmentir, samfelagsatfinning og góðan ans fyri mannalyndinum. Viðhvørt krevst skaldsligt hugflog til at síggja viðurskiftini í sínum rætta samanhangi og vísa á sjálvsagdar loysnir.

Additional DescriptionNeyvari lýsing

Høvundur: Einar Már Guðmundsson Upprunamál: íslendskt Týtt til Føroyskt: Carl Jóhan Jensen Umbróting: Gramar Prent: Oddi ehf. ISBN 13: 978-99918-826-2-8 Forlagið í Støplum 2010

Prísur: DKK 160,00

Loading Kurvin verður dagførd…
LoadingUpdating…