Brot av tekstinum á baksíðuni:
[Í kreppuni í nítiárunum] steðgaði øll bygging í landinum, men Palli gavst ikki so, og tað góða kom burtur úr tí ringa, at nú fekk hann stundir at gera meira við at tekna. Umframt tekningar úr Føroyum, millum annað tekningar av flestu føroysku kirkjum, so hevur Palli eisini teknað á teimum nógvu ferðunum, hann hevur gjørt.
Hann hevur sitið á Reyða Torginum í Moskva, undir Sponsku Trappuni í Rom, á Markusplássinum í Venezia, við Sfinxin í Giza, við Gylta Hornið í Istanbul… Á øllum ferðum heur hann havt tekniblokkin við sær, og tað er, sum er tekningin blivin eitt slag av andadrátti hjá honum. Við blýanti, tey seinni árinivið tópenni og vatnlitablýantum, talar hann á alt tað, hann sær, og bygningarnir, plássini og býirnir svara aftur. Hann er bráður og slúkin, viðhvørt í so kvikur, viðhvørt er í meira lagi av reyðum, men so nógv er at síggja og spyrja og so nógv at greiða frá, at her má berast skjótt at. Tað seinvunna og varisliga er ikki hansara lag, tað er tað frískliga og eyðkenda, hann vil finna.
Tekningar: J.P. Gregoriussen Tekstur: Gunnar Hoydal Samandráttur á donskum og enskum Greitt til prentingar: Spf. Gramar Prent: Prentsmiðjan Oddi, Hf. Reykjavík ISBN 99918-914-5-5 Forlagið í Støplum 2002
Í bókini eru einar 80 littekningar umframt nakrar svart/hvítar strikutekningar. Tær fevna um tíðarskeiðið 1994-2000. Hugsanin var upprunaliga at lýsa hvussu statt var í Havnini tá farið varð inn í 21. øld.
Umframt tekningar er tekstur eftir J.P. Gregoriussen, ið greiðir nærri frá teimum ymsu økjunum í Havn og har um leiðir. Undir myndunum eru staðarnøvn og nøvn á húsum o.ø.
Tekningar og tekstur: J.P. Gregoriussen Upprunamál: Føroyskt Samandráttur av tekstinum er á enskum og donskum máli. Greitt til prentingar: John Dalsgarð Skanningar: Jeling Bogtrykkeri, Gramar og Dimmalætting Prentað hjá Jelling Bogtrykkeri Satsur og prentgerð: Gramar ISBN: 99918-914-4-7 Forlagið í Støplum 2000
Listin 2010 inniheldur tekstir í úrvali av einasta miðli, sum burturav fæst við list og listaummæli á høgum støði, nevniliga einum internetbloggi. Ein vaksandi ónøgd við vantandi raðfestingina av lista- og mentanartilfari í fjølmiðlunum førdi til, at Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen tóku stig til listabloggin, har tær dagliga skriva um ymisk listarlig viðurskifti, eins og onnur listaáhugað fáa orðið.
Tað tykist sum tørvur er á listkunning og listkjaki. Listin 2010 umrøður almenningar prýðinar, armslongdarregluna, um hvør skal stýrast listini (serfrøðingar, palleba ella embætisfólk og politiskar), um hvat list er fyri nakað, og hvørt ein húkur kann vera list.
Umframt kjak um list og mentan eru í Listin 2010 bæði myndir, tekstir og yrkingar eftir ungum og eldri listafólkum.
Recent Comments