Ólavsøkuskráin er nú komin, og fæst ókeypis í flestu størru handlum í Havn og við Snarskivuna. Tað plagar at vera stórur áhugi at ogna sær eitt eintak, men um so er at tey prentaðu eintøkini verða uppi, so eru ikki allar súður syftar, tí til ber eisini at taka niður Ólavsøkuskránna sum pdf-fílu frá Tórshavnar kommunu við hesum leinki. Har fæst eisini sangheftið til ólavsøkusangin 2012 – og har verða eisini møguligar broytingar og rættingar í skránni kunngjørdar.
Uppsetingin av ólavsøkuskránni er eitt sindur broytt hesaferð í mun til undanfarin ár. Størsta broytingin er at tiltøkini eru bólkað. Leitar tú eftir einum tiltaki at fara til, so skalt tú ikki finna tiltøkini burtur úr allari rúgvuni av øðrum tilboðum á Ólavsøku.
Bólkarnir eru:
Tiltøk, so sum skrúðgonga, setan av Tinginum, framsýningar, list, kórsangur, opið hús, átrúnaður, fólkafundir v.m.
Undirhald – bæði til børn og vaksin, so sum skemt, sjónleikur, tónleikur, dansur v.m.
Ítróttur, so sum kappróður, kappríðing, kapprenning, kappsúkling, hundakapping, mini-golf, svimjing, fótbóltur, hondbóltur, boccia,
Matstøð, íroknað matstovur, matvognar og mattjøld, kioskir, kaffistovur og skeinkistøð.
Sølubúðir og tíl.: Handlar og sølustøð, burturluting, fløskumóttøka o.a.
Eisini er eitt yvirlit yvir tiltøkini á Tórspalli, Ólavsøkukonsertini og tiltøkini hjá Tórshavnar Ítróttarráð, umframt kunning um trygdarviðurskiftini í miðbýnum undir midnáttarsanginum.
Vit á Gramar vóna, at folk fáa nyttu av nýggju uppsetingini av ólavsøkuskránni.
Recent Comments