Tveir lítlir menn frá Fjallafonn settir út í tún

Nógv fólk var samankomið til hátíðarhaldið niðri í Áartúni.

Sera stórur áhugi var fyri hátíðarhaldinum í Áartúni, tá standmyndin av áarstovubrøðrunum Hans Andriasi og Janusi varð avdúkað, og sannur veitslurómur var, hóast rættiliga tíðliga á degi (hátíðarhaldið byrjaði kl. 11).

Heðin Mortensen heldur røðu.

Tað var ikki sørt at folk vóru í ólavsøkuhýri, hóast enn eru 10 dagar til ólavsøkan alment verður sett, og nevndi Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini sum tað fyrsta, at ætlanin er at Áartúnið skal verða ein virkin pallur í ólavsøkuni. Hetta sæst eisini aftur í ólavsøkuskránni, sum síðsta hond verður løgd á í løtuni.

Eftir avdúkingina. Eyðun Eliasen sæst her ytst til vinstru, síðani Heðin Morensen, Beinta Háberg, sum avdúkaði standmyndina, og longst til høgru Tórmóður Djurhuus, ið umboðaði ættarbandið til Áarstovufólkini.

Tað er Eyðun Eliasen sum hevur staðið fyri at tekna túnið, og tey hava lagt seg eftir at fáa túnið at rigga í útsjónd, men eisini at fáa folk at steðga á, og seta seg niður á stabbarnar. Hugleiða um lívið og tess fasur.

Hesa góðu løtuna sum hátíðarhaldið vardi, vísti tað seg sum at børnini beinanvegin tóku túnið til sín, og høvdu hug at seta seg bæði á sokkulin hjá standmyndini, og á kantin til sjálvt túnið – tað bar til hesa løtuna, tí ongin ferðsla var.

Túnið tykist rigga væl, og eftir ætlan: børnini hugnaðu sær í góða veðrinum, og smæddust ikki at seta seg mitt fyri, meðan Tórmóður Djurhuus greiddi frá um Áarstovufólkini.

Kring túnið er leysir smásteinar – her hevði verið gott samsvar við umhvørvið við træhúsum við flagtekju, um túnið heldur var kringsett av einum grønum geira.

Gips inni og bronsa úti.

Tað er Beinta Háberg sum hevur latið standmyndina stoypa eftir eini gipsmynd, sum Janus Kamban gjørdi umleið 1980. Gipsmyndin stendur inni í Áarstovu, sum er matstova ið húsast í gamla Vertshúsinum, ella Hotel Djurhuus, sum tað eisini var nevnt.

Tey høvdu gjørt nógv burturúr hátíðarhaldinum, m.a. fingu fólk smáar koppar við flógvum røstum kjøti og eplamorli, og høvi var at heilsa uppá bæði býráðslimir, og ikki minst gevaran Beintu Háberg.

Beinta Háberg og Ingvør Nolsøe.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *