Brot av tekstinum á baksíðuni:
[Í kreppuni í nítiárunum] steðgaði øll bygging í landinum, men Palli gavst ikki so, og tað góða kom burtur úr tí ringa, at nú fekk hann stundir at gera meira við at tekna. Umframt tekningar úr Føroyum, millum annað tekningar av flestu føroysku kirkjum, so hevur Palli eisini teknað á teimum nógvu ferðunum, hann hevur gjørt.
Hann hevur sitið á Reyða Torginum í Moskva, undir Sponsku Trappuni í Rom, á Markusplássinum í Venezia, við Sfinxin í Giza, við Gylta Hornið í Istanbul… Á øllum ferðum heur hann havt tekniblokkin við sær, og tað er, sum er tekningin blivin eitt slag av andadrátti hjá honum. Við blýanti, tey seinni árinivið tópenni og vatnlitablýantum, talar hann á alt tað, hann sær, og bygningarnir, plássini og býirnir svara aftur. Hann er bráður og slúkin, viðhvørt í so kvikur, viðhvørt er í meira lagi av reyðum, men so nógv er at síggja og spyrja og so nógv at greiða frá, at her má berast skjótt at. Tað seinvunna og varisliga er ikki hansara lag, tað er tað frískliga og eyðkenda, hann vil finna.
Prísur:DKK 240,00
Í bókini eru einar 80 littekningar umframt nakrar svart/hvítar strikutekningar. Tær fevna um tíðarskeiðið 1994-2000. Hugsanin var upprunaliga at lýsa hvussu statt var í Havnini tá farið varð inn í 21. øld.
Umframt tekningar er tekstur eftir J.P. Gregoriussen, ið greiðir nærri frá teimum ymsu økjunum í Havn og har um leiðir. Undir myndunum eru staðarnøvn og nøvn á húsum o.ø.
Prísur:DKK 240,00
Í bókini um listamálaran Steffan Danielsen (1922-1976) úr Nólsoy greiðir høvundurin Kinna Poulsen frá listini og listaverkunum hjá hesum sermerkta føroyska málara. Frásøgnin um listina hjá Steffan Danielsen er bæði á føroyskum og enskum. Bókin telur góðar 300 blaðsíður, og 100 av bestu málningum Steffans eru endurgivnir í bókini. Formatið á bókini er 278 x 299 x 34 mm (h x b x t).
In this book on the painter Steffan Danielsen (1922-76) from Nólsoy, Faroe Islands, the author Kinna Poulsen tells about the the painte’s works. The text is in both Faroese and English. The book is 304 pages in full colour including 100 of the most remarkable of Steffan Danielsen’s pictures. The format of the book is 278 x 299 x 34 mm (h x w x t).
ISBN 97899918-56-40-4
Prísur:DKK 740,00
Recent Comments