Products Page

Um heimsins borgir

Brot av tekstinum á baksíðuni:

[Í kreppuni í nítiárunum] steðgaði øll bygging í landinum, men Palli gavst ikki so, og tað góða kom burtur úr tí ringa, at nú fekk hann stundir at gera meira við at tekna. Umframt tekningar úr Føroyum, millum annað tekningar av flestu føroysku kirkjum, so hevur Palli eisini teknað á teimum nógvu ferðunum, hann hevur gjørt.

Hann hevur sitið á Reyða Torginum í Moskva, undir Sponsku Trappuni í Rom, á Markusplássinum í Venezia, við Sfinxin í Giza, við Gylta Hornið í Istanbul… Á øllum ferðum heur hann havt tekniblokkin við sær, og tað er, sum er tekningin  blivin eitt slag av andadrátti hjá honum. Við blýanti, tey seinni árinivið tópenni og vatnlitablýantum, talar hann á alt tað, hann sær, og bygningarnir, plássini og býirnir svara aftur. Hann er bráður og slúkin, viðhvørt í so kvikur, viðhvørt er í meira lagi av reyðum, men so nógv er at síggja og spyrja og so nógv at greiða frá, at her má berast skjótt at. Tað seinvunna og varisliga er ikki hansara lag, tað er tað frískliga og eyðkenda, hann vil finna.

Prísur:DKK 240,00

Neyvari lýsing
Loading Kurvin verður dagførd…

Fisken i dukkevognen

Book in Danish about the Faroese artist Astrid Andreasen, famous in the Faroes and the other Nordic countries for illustrating Faroese stamps with beautiful motifs of molluscs, cicades, mushrooms and fishes. Text by Danish Trine Rytter Andersen, more than 100 pictures in color, 112 pages, format 265 x 210 mm.

Prísur:DKK 298,00

Neyvari lýsing
Loading Kurvin verður dagførd…

Organiseret liv

Hvalastøðin við Áir er vorðin umbygd til altjóða privathospitalið Vita Hospital, ið er støð fyri eirindaleysum og kyniskum handli við lívgøgnum, ið verða tikin úr 8-12 ára gomlum børnum. Børnini verða rænd í eysturasiatiskum menningarlondum og førd til Vita Hospital við Áir, har lívgøgnini verða tikin úr. Tey gøgnini, ið ikki verða transplanterað til útlendsku sjúklingarnar á privathospitalinum við Áir, verða seld múgvandi fólki um allan heimin.

Lokabragdið verður avdúkað, tá ið Magnus Arnstein narkosulækni, og danska kona hansara, Lisbet, ið er sjúkrarøktarfrøðingur, varnast, at løgnar hendingar fara fram á Vita Hospital, har tey bæði starvast.

Høvuðsevni í bókini er samvitskuleysa nýtslan av børnum úr menningarlondum, men eisini spurningurin um transplantatión av lívgøgnum sum etiskt-moralskt fyribigdi, gongur sum reyður tráður í hesi skakandi og spennandi skaldsøguni.

Prísur:DKK 220,00

Neyvari lýsing
Loading Kurvin verður dagførd…
LoadingUpdating…