Ongin siðvenja er í Føroyum at dyrka soppar til matna – men soppar í hópatali verða innfluttir. Hetta ætla vit at gera nakað við, og fyrsta stig er at gera nakrar royndir. Hava fingið fatur á nøkrum smáum viðabulum, og eru teir nú potaðir við innfluttum soppum.
So er at bíða eftir hvussu teir fara at trívast – teir skulu hava júst somu treytir sum teir vanligu blámusopparnir: vætu (men ikki vátt) og passaligan hita. Sambært vegleiðingini tekur tað eitt ár áðrenn vit kunnu heysta hundalond. Um so er, so fer kanska eitt koma ein nýggj vøra í okkara nethandil: eitt sett við “dyrka tínar egnu soppar”.
Í hesari royndini er talan um soppar sum bróta niður træ, og hundalondini eru ikki vanligir átusoppar (champignon) men heldur slíkir sum ostrusoppar.
Gott hugskot.
Eg havi dyrka soppar í fleiri ár, til egið brúk.
Eg kóki holm (stráðini frá rísi) og koyri hann í plastikposar við svampasporum imillum lagvis, og gerði so nóg smá hol i plastposan.
Eftir 1 til 2 vikur í myrkri, vaksa soppar í stórum mongdum, út úr øllum holunum, líka til at heysta, so hvørt sum teir verða etnir.
Deiligt at hava nýheystaðar soppar, ið passa til nógvar ymiskar rættir.
Eg dyrki mest hvítar og brúnar champignon og oystershattar.
Góða eyðn við tiltakinum.
Vinarligar heilsur Eivindur.
Hatta ljóðar sera áhugavert – havi als ikki hoyrt um kókað substrat. Oftast verður tosað um kompostering, serliga av tøðum. At tað ber til at kóka plantuleivdir og brúka tær beinleiðis – hatta ljóðar so einfalt. Hatta má eg royna.
Í sambandi við soppasporar, tekur tú teir frá einum brúktum posa, ella keypir tú reindyrkaðar sporar?