Einar Már Guðmundsson vakti stóran ans bæði í Íslandi og øðrum Norðurlondum fyri sínar hvøssu greinar í Morgunblaðnum vikurnar og mánaðirnar eftir skrædlið, heystið 2008. Í greinunum endavendi hann støðuni og spardi ongan, hvørki á høgra- ella vinstraveinginum, og hann spurdi naskar spurningar eins og óvitin í ævintýrinum, sum vildi vita, hví keisarin gekk nakin. Nú hevur hann evnað greinarnar um til eina bók, skoytt aftur at tekstunum, hvest teir og gjørt teir til eitt upplýsingarrit og ein hugmyndabanka fyri øll.
Hvíta bókin er eitt serstakt verk allar vegir: lívlig og stutlig, men samstundis eisini miskunnarleys í lýsingum sínum av íslendska samfelagnum og teimum broytingum tað er farið í gjøgnum seinastu árini; bókin fer víða um í tíð og rúmi, blandar endurminningar hjá Einari Má sjálvum saman við heimspolitik og søgu, rokktónleik og búskaparkjak, íslendsk stjórnmál og bókmentir, samfelagsatfinning og góðan ans fyri mannalyndinum. Viðhvørt krevst skaldsligt hugflog til at síggja viðurskiftini í sínum rætta samanhangi og vísa á sjálvsagdar loysnir.
Høvundur: Einar Már Guðmundsson Upprunamál: íslendskt Týtt til Føroyskt: Carl Jóhan Jensen Umbróting: Gramar Prent: Oddi ehf. ISBN 13: 978-99918-826-2-8 Forlagið í Støplum 2010
Recent Comments