Skaldævisøgan “Andlit” eftir íslendska rithøvundan Bjarna Bjarnason kemur nú út á føroyskum. Søgan, sum fer fram á ymiskum pallum í Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi, er um uppvakstrarárini hjá dronginum Gullbrandi Högnason.
Andlit er ein søga um at vaksa upp flakkandi um ymsar heimar ytri sum innari. Men eru tíðirnar frá sær sjálvum, er hvør manssál fyri seg sjálva – er sjálvskapt. Tað eru korini hjá Gullbrandi Högnasyni, høvuðspersóninum í hesi bók. Hann er barn av eini íslendskari samtíð við skjótum, ósteðgandi broytingum. Tað góða, ella ið hvussu er gamla, vil dragna, er mest sum bert eitt eiti, eitt nú familja og samhaldsfesti. Samfelagið skríður alt á útsíðuni. Virðir lítið um annað enn høgligan vinning. Hvør má sæta sær, men ikki endiliga sínum.
Í mergjaðum, glottkendum brotum verða uppvakstrarárini hjá Gullbrandi Högnasyni lýst frá tí hann er óviti í hálvfjerðsárunum, til hann sum ungur maður fram undir aldarskiftið, roynir at fóta sær sum rithøvundur í Reykjavík. Høvundurin tekur lesaran við á eina ferð gjøgnum bókmentir, dreymar og rákaldan veruleika í fleiri londum: Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi. Á leiðini er høvi at hitta eina ørgrynni av fyndiga lýstum mannskepilsum, bæði kall- og kvenkyns, alt frá ljótastu djevlum og fyllibyttum til yvirjarðlig góðdýr.
]]>Nú kuldin er farin at bíta, og gróðurin er hildin uppat fyri í ár, bæði vegna kulda og vantandi ljós, er ein heldur sjáldsamur gestur komin at flákra millum teldurnar á Gramar. Talan er um ein firvald, helst ein snjófiðrildi (Pieris rapae).
Sambært bókini Firvaldar hjá Jens-Kjeld Jensen og Hans Eli Sivertsen livir ormveran hjá hesum firvaldi av káli og rótum – plantur, sum hoyra til Brassicaceae. Eitt sum plantur sum hoyra til Brassicacea eru kendar fyri, er at tær ikki hava mycorrhiza (gagnligar soppar í planturótum), so helst er okkara jólagestur komin á skeivt stað, tí her í húsinum kanna vit mycorrhiza.
Tíðin er eisini skeiv, tí hesin firvaldur byrjar tíðliga um várið at nørast, so hann kann leggja egg í nýggju kál-, radisu- og rótaplanturnar. Ikki er vanligt at síggja teir eftir oktober.
Jólagesturin hevur tveir prikkar á ovara veingi, og hetta merkir, at talan er um eina hon.
Aðrastaðni verður hetta slagið mett sum eitt skaðadjór vegna larvurnar sum spilla avgrøðina av kál- og rótaplantum. Í Føroyum er hetta slag ongantíð skrásett uttandura, einans innandura. Heldur ikki eru nakrar skrásetingar um hann hevur volt nakran skaða á avgrøði. Hetta bendir á, at tey fiðrildi, sum eru skrásett, eru innflutt saman við onkrari matvøru.
Væl kann hugsast, at okkara jólagestur er komin við einum vistfrøðiligum hvíttkáli, innflutt úr Danmark, sum var komið inn um dyrnar stutt frammanundan at vit løgdu til merkis fiðrildi.
Hesir firvaldar finnast eisini í Hetlandi, og her verður roknað við, at teir eru innsløddir onkuntíð undir seinna veraldarbardaga. Hóast teir ikki fjølgast líka nógv sum longur suðuri, so elva til teir nakað av skaða á avgrøðina. Hetta er ein ábending um, at hetta slag møguliga kann fáa fótin fyri seg her eisini.
Fyri at Gramar ikki skal vera atvoldin til at hesin firvaldur fær høvið at gerast atvoldin til eitt vánaligt rótaár, hevur hann nú fingið bústað í einum glasi við ríkiligum av vistfrøðiligum rørsukri. Firvaldafrúan sær út til at trívast væl.
]]>Enn eitt lagasavn eftir Marianne Clausen er komið. Almenn framløga í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. august 2012, kl. 19.30.
Í bókini eru øll tey føroysku skjaldur, sum til hevur borið at fingið fatur á. Nógv av hesum eru síðan 1902 sungin inn á fonograf og bond, og burtur úr hesum tilfari hevur Marianne valt 331 løg, sum hon hevur skrivað í nótum.
Við hesum verki hevur Marianne Clausen givið Føroya fólki eitt savn av skjaldrum, sum einki annað Norðurland kann bjóða síni tjóð. Tey søvn, sum eru aðrastaðni, fevna bert um partar av tilfeinginum, men her er alt komið við.
Á framløguni fara Wilhelmina Larsen og Kári Sverrisson at syngja skjaldur.
Bæði eru tey kend sum fremstu varðveitarar av hesum okkara forna mentanararvi.
Henda bók er tann fjórða í røðini, sum Marianne Clausen hevur lagt úr hondum við løgum, sum føroyingar í øldir hava brúkt í gleði og sorg.
Fyrsta bókin við kvæðaløgum kom í 2003. Síðan kom bókin við Kingoløgum og henni á baki bókin við løgunum, sum vit hava brúkt til danskar vísur. Við hesi útgávu av Skjaldrum, rímum og ramsum er hetta verk lokið. Tey, sum áhuga hava fyri føroysku løgunum, hava nú fingið eitt mið, sum tey kunnu troyta so leingi fólk liva í hesum landi.
Eins og í øllum hinum trimum bókunum er eisini her eitt yvirlit yvir upptøkufólk, eins og eitt yvirlit yvir tey, sum sungið hava, eru komin við í bókina við myndum. Av tí at hetta er tann síðsta bókin, er eisini gjørt eitt heildaryvirlit yvir øll tey, sum hava lagt rødd til í øllum fýra bókunum og tær broytingar, sum eru hendar síðan 2003, eru tí komnar við.
Eisini henda bókin hevur ein fródligan inngang, og til tess at útlendingar skulu fáa at vita hvussu ótrúligt bragd føroyingar hava gjørt við at varðveita fornu løgini, er føroyski teksturin týddur til enskt eins og í hinum trimum bókunum.
Bókin er 257 síður, og er innbundin. Hon hevur huldisliga kápumynd eftir Trónd Patursson. Útgevari er forlagið Stiðin.
Tiltakið er alment
]]>Ólavsøkuskráin er nú komin, og fæst ókeypis í flestu størru handlum í Havn og við Snarskivuna. Tað plagar at vera stórur áhugi at ogna sær eitt eintak, men um so er at tey prentaðu eintøkini verða uppi, so eru ikki allar súður syftar, tí til ber eisini at taka niður Ólavsøkuskránna sum pdf-fílu frá Tórshavnar kommunu við hesum leinki. Har fæst eisini sangheftið til ólavsøkusangin 2012 – og har verða eisini møguligar broytingar og rættingar í skránni kunngjørdar.
Uppsetingin av ólavsøkuskránni er eitt sindur broytt hesaferð í mun til undanfarin ár. Størsta broytingin er at tiltøkini eru bólkað. Leitar tú eftir einum tiltaki at fara til, so skalt tú ikki finna tiltøkini burtur úr allari rúgvuni av øðrum tilboðum á Ólavsøku.
Bólkarnir eru:
Tiltøk, so sum skrúðgonga, setan av Tinginum, framsýningar, list, kórsangur, opið hús, átrúnaður, fólkafundir v.m.
Undirhald – bæði til børn og vaksin, so sum skemt, sjónleikur, tónleikur, dansur v.m.
Ítróttur, so sum kappróður, kappríðing, kapprenning, kappsúkling, hundakapping, mini-golf, svimjing, fótbóltur, hondbóltur, boccia,
Matstøð, íroknað matstovur, matvognar og mattjøld, kioskir, kaffistovur og skeinkistøð.
Sølubúðir og tíl.: Handlar og sølustøð, burturluting, fløskumóttøka o.a.
Eisini er eitt yvirlit yvir tiltøkini á Tórspalli, Ólavsøkukonsertini og tiltøkini hjá Tórshavnar Ítróttarráð, umframt kunning um trygdarviðurskiftini í miðbýnum undir midnáttarsanginum.
Vit á Gramar vóna, at folk fáa nyttu av nýggju uppsetingini av ólavsøkuskránni.
]]>Sera stórur áhugi var fyri hátíðarhaldinum í Áartúni, tá standmyndin av áarstovubrøðrunum Hans Andriasi og Janusi varð avdúkað, og sannur veitslurómur var, hóast rættiliga tíðliga á degi (hátíðarhaldið byrjaði kl. 11).
Tað var ikki sørt at folk vóru í ólavsøkuhýri, hóast enn eru 10 dagar til ólavsøkan alment verður sett, og nevndi Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini sum tað fyrsta, at ætlanin er at Áartúnið skal verða ein virkin pallur í ólavsøkuni. Hetta sæst eisini aftur í ólavsøkuskránni, sum síðsta hond verður løgd á í løtuni.
Tað er Eyðun Eliasen sum hevur staðið fyri at tekna túnið, og tey hava lagt seg eftir at fáa túnið at rigga í útsjónd, men eisini at fáa folk at steðga á, og seta seg niður á stabbarnar. Hugleiða um lívið og tess fasur.
Hesa góðu løtuna sum hátíðarhaldið vardi, vísti tað seg sum at børnini beinanvegin tóku túnið til sín, og høvdu hug at seta seg bæði á sokkulin hjá standmyndini, og á kantin til sjálvt túnið – tað bar til hesa løtuna, tí ongin ferðsla var.
Kring túnið er leysir smásteinar – her hevði verið gott samsvar við umhvørvið við træhúsum við flagtekju, um túnið heldur var kringsett av einum grønum geira.
Tað er Beinta Háberg sum hevur latið standmyndina stoypa eftir eini gipsmynd, sum Janus Kamban gjørdi umleið 1980. Gipsmyndin stendur inni í Áarstovu, sum er matstova ið húsast í gamla Vertshúsinum, ella Hotel Djurhuus, sum tað eisini var nevnt.
Tey høvdu gjørt nógv burturúr hátíðarhaldinum, m.a. fingu fólk smáar koppar við flógvum røstum kjøti og eplamorli, og høvi var at heilsa uppá bæði býráðslimir, og ikki minst gevaran Beintu Háberg.
]]>“Vit fóru til messu við Struer presti. Nógv fólk var í kirkju, men sangurin var tað ræðuligasta, sum eg nakrantíð í lívi mínum havi hoyrt; hvør skríggjar tann fyrsta og tann besta tónan, sum hann fær fram; deknurin syngur fyri, men hevur ikki tónlistargávur til helvtar ímóti einum lómi. Mær barst í hug søgan um Bach, sum ein urguleikari spurdi, um hann eisini kundi leika á urgu, tí hann stardi so nógv at fingrum hansara. Eitt pinkulítið sindur, sigur Bach, setur seg á beinkin og leggur seg við báðum hondum á lyklaborðið. Ræðslusligin av hesum andskræmiliga misljóði hopar urguleikarin aftur eftir hæli og trívur í eldhuga sínum í bringuna á Bach og rópar: Harri, annaðhvørt eru tygum hin livandi Sátan ella Bach. Hugsaði eg mær teir einstøku barkarnar á føroyingunum sum urgupípur og alt kirkjufólkið sum eina urgu, so helt eg, at onkur lá við ørmunum á lyklaborðinum, men her fór eingin upploysing fram av misljóðinum, eingin Joh. Seb. Bach stjórnaði her, men hin livandi Sátan.”
s. 100-101
]]>Tað fyrsta tú renir teg í tá tú kemur út á Heystframsýningina er ein gipsmynd av Palla Gregoriussen, ið stendur fremst í eini røð av andlitsmyndum eftir Hans Paula Olsen. Av teimum fýra høvdunum, sum eru á framsýningini, er henda av Palla tann einasta, sum er av einum persóni, ið hvørki hevur verk við sjálvur á hesi framsýning, ella hevur tætt samband við listafólkið.
Sjálvur var Palli til staðar, tá framsýningin læt upp, so her er eitt høvi at samanbera útgávuna hjá Hans Paula Olsen við originalin.
Listaverkini hjá Palla eru annars ikki so fá. Hann er meistarin, ið er kendur út um landoddarnar fyri sínar sínar bygningar, og hann hevur gjørt tekningar til fleiri bøkur, bæði við tekningum við føroyskum motivum, útlendskum motivum, fyri ikki um at tala stórfingna verkið um føroysku kirkjurnar. Forlagið í Støplum hevur givið flestu bøkurnar hjá Palla út.
]]>Dóttir Hans Paula, er heldur ikki sloppin undan. Henda andlitsmyndin er sett rættiliga uttarlaga í høllini, og vendir hon bakið til síni egnu verk – og til Zacharias, ið eygleiðir hana væl og virðiliga.
]]>
Eins og Tróndur Patursson, so er Zakarias eisini væl umboðaður á Heystframsýningini, bæði við verkum og við andlitsmynd, ið Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Men meðan andlitsmyndin av Tróndi vendir nakkan til verk Tróndar, og heldur hyggur beint yvir at Zakariasi, so vendir andlitsmyndin av Zakariasi soleiðis at hann fær eygleitt fólk ið fara at hyggja at hansara egnu myndum. Hetta ger hann við einum vælraktum skálkabrosi, samstundis sum hann heldur eyga við andlitsmyndina av dóttir Hans Paula.
]]>Tróndur Patursson var væl umboðaður tá Heystframsýningin 2011 læt upp leygardagin 15. oktober. Hann var hann sjálvur, hann sýndi fram málningar, og hann varð eisini sjálvur sýndur fram í gipsi.
Andlitsmyndin hjá Hans Paula Olsen av Tróndi er sjáldsama livandi, og er tann andlitsmyndin, ið er sloppin longst inn í listahøllina á Skipasmiðjuni, har hann so spelkin stendur og eygleiðir hini høvdini hjá Hans Paula.
]]>