Seinastu tíðina hevur regluliga verið at frætt um bygningar sum hava trupulleikar av blámusoppi, og tað vísir seg, at fólk eru ikki heilt álvulig við fyribrigdið. Flestu halda seg vita, at blámusoppur er nakað sum fólk gerast sjúk av. Vanliga fatanin er helst, at er ein bygningur fongdur við blámusoppi, so er at sleppa sær úr bygninginum sum skjótast.
Tað kann vera skilagott. Havast skal tó í huga, at
Í bygningum verður vanliga hugsað um vatnskaðar sum kunnu elva til, at blámusoppur fer at nørast í váta byggitilfarinum. Blámusoppur er ikki tað besta fyri sjálvt tilfarið, men harumframt so kunnu hesir soppar lata frá sær bæði sporar og ymisk loftevni, summi eitrandi, sum serliga fólk við astma hava ampar av.
Summi av hesum loftevnum hava ein eyðkendan modnaroyk, sum altíð er ein ábending um at trupulleikar eru av soppi. Men tað er ikki altíð at soppar kunnu luktast.
Tær loysnir sum tikið verður til her í Føroyum tykjast í stóran mun vera at leita eftir vatnskaðum og bøta um hesar trupulleikar. Og onki er at ivast í, at um og tá hetta ber til, so er hetta besta loysnin. Havast má tó í huga, at trupulleikar kunnu eisini standast av soppum, sum ikki hava samband við nakran vatnskaða, og tó kunnu teir geva fólki við astma trupulleikar. Sostatt kunnu trupulleikarnir halda fram, hóast ábøtur eru gjørdar á bygningin.
Tær kanningar sum kunnu gerast eru vanliga:
Ber til at loysa trupulleikan við at fremja punkt 1 og 2 omanfyri, so er sloppið. Heldur trupulleikin fram, so er vert at umhugsa at fara undir punktini 3 og 4, ið kunnu geva ábending um, hvørt tað er soppur trupulleikin er av (punkt 3) og um so er, at kanna um nøkur soppasløg eru til staðar, sum vit vita kunnu elva til ovurviðkvæmi og astma.
Vita vit hvat soppaslagið er, ber eisini til at finna fram til hvussu hann livir og nørist. Hóast vit hava lyndi at halda, at allir blámusoppar liva á sama hátt, so er tað ikki so, tí soppar eins og flestu aðrar verur hava onkra føði, sum teir trívast best við. Hetta er so ein annar máti at finna fram til, hvaðani trupulleikin stavar.
Gramar Gransking hevur ta útgerð sum skal til at kanna blámusopp eftir lívfrøðiligum leisti. Vit mæla tó til fyrst at brúka byggitekniska leistin og kanna um nakrar vatnskaði er, og hvørt nakað sæst til blámusopp.
]]>Í fyrstani vóru heimasíður bara nakað sum størri fyritøkur høvdu, og hartil vóru tær rættiliga óvirknar, mestsum bert eitt visittkort.
Hetta er munandi broytt, og nú hava mestsum allar fyritøkur eina virkna heimasíðu. Hetta er eisini í nógvum førum ein fortreyt, tí viðskiftafólkini leita nú á alnótini áðrenn tey taka avgerð um hvat og hvar tey skulu keypa/bíleggja, og roknast kann eisini við, at nethandil fer at økjast í stórum í framtíðini, so hvørt sum viðskiftafólkini síggja fyrimunirnir við hesum slagi av keypi.
Nógv hava ta fatan, at tað at fáa eina heimasíðu kostar nógv, og dømi eru um at fólk/virkir hava goldið eini 30.000 kr. fyri sera einfaldar síður við fáum møguleikum.
Á Gramar ber til at fáa gjørda eina heimasíðu júst eftir tínum tørvi, og hetta kann gerast sera ódýrt.
Vit hava lagt dentin á ymisk “open source” forrit, harímillum WordPress og Drupal, og ger hetta, at ikki er neyðugt at gjalda eitt dýrt grundgjald fyri at koma í gongd.
Henda síðan hjá Gramar er gjørd við WordPress.
Vit bjóða okkum eisini til at hýsa tykkara heimasíðu.
Prísurin er alt eftir tykkara ynskjum
Vit kunnu hýsa eini heimasíðu, har tit fáa eina bera síðu at byrja uppá – kann vera rættiliga arbeiðskrevjandi og torført at fáa greiðu á hvat skal gerast fyri at fáa síðuna at rigga sum ætlað
Vit kunnu eisini rigga síðuna til við tí tilfari tit ynskja skal vera á síðuni tá hon byrjar, og tit so halda fram við at leggja nýtt tilfar inn sjálvi.
Triði møguleikin er at tit senda okkum tilfarið og vit leggja tað út.
]]>Vit leggja størsta dentin á at veita dygdar vørur og tænastur til tíðina. Altíð fyri kappingarførar prísir.
• Vit bjóða holla ráðgeving og dygdar framleiðslu á øllum stigum í virkistilgongdini.
• Vit veita heildarloysnir í sambandi við øll sløg av grafiskum samskifti, bæði tá ið tað snýr seg um prent og heimasíðugerð.
• Vit veita málsliga ráðgeving í sambandi við tekstgerð.
Hevur tú tørv á einum dyggum samstarvspartnara í sambandi við grafiskar samskiftisloysnir av alskyns slag, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
]]>Sum serstaka tænastu í sambandi við týðing av teksti millum øll heimsins mál, hevur Gramar sett sær fyri at fáa ment eina umfatandi týðaraskipan, ið nevnist WebWordSystem, til eisini at kunna týða føroyskt til onnur mál og øvut.
Hevur tú tørv á einum royndum samstarvspartnara í sambandi við málsligar spurningar av alskyns slag, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
]]>