Gramar hevur havt framleiðsluna um hendi av framúr vøkru bókini “Veiða vind”, ið er fyrsta útgávan hjá Námi, ið saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út upprunaføroyska tónleikaævintýrið eftir Rakel Helmsdal, við tónleiki eftir Kára Bæk og myndum eftir Janus á Húsagarði.
Hvat er til at taka, tá myndirnar eru so vakrar, at tað er synd at spilla tær við teksti, og teksturin er so góður, at sjálvandi skal hann vera lætt lesiligur? Hetta var ein av avbjóðingunum í sambandi við hesa nýggju bókina. Ein onnur avbjóðing var: Hvørji eru ráðini til at taka, tá ið myndirnar eru næstan ein metur breiðar?
Vit hava havt okkara baks við at bilbukta tær gjøgnum skannaran uttan at tær skuldu fáa mein av viðferðini, og fyri at tær nú kunnu síggjast uppi í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 15, tá ið framsýning við tekningunum hjá Janusi á Húsagarði letur upp. Og klokkan 16 henda sama sunnudag, 8. mai, fáa vit høvi at hoyra Føroya Symfoniorkestur framføra tónleikaævintýrið “Veiða vind” hjá Kára Bæk. So avgjørt eitt tiltak vit viðmæla.
Tað vóru Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum upprunaliga vóru forløgini sum skuldu geva hetta megnar verk út, men nú Føroya Skúlabókagrunnur var lagdur saman við aðrar stovnar ið umsita undirvísingartilfar fekk stovnurin í dag nýtt navn, og er “Veiða vind” fyrsta prentaða bókin við nýggja navninum og búmerkinum hjá Nám. Væl hevur gingist at hildið nýggja navnið loyniligt til nú tað bleiv almannakunngjørt.
Gramar hevur eisini verið við til aðrar framleiðslur í sambandi við framsýningina, nú stovnurin Nám hevði móttøku, m.a. hava vit gjørt nakrar plakatir.
Vit ynskja nýggja stovninum Nám tillukku við navninum og høvundi, myndlistamanni og tónaskaldi tillukku við nýggju bókini.
Vit vóru á móttøkuni hjá Nám og tóku nakrar myndir. Tær síggjast á hesum leinki.
Recent Comments