Trupulleikar við blámusoppi kunnu ikki altíð loysast sum eitt byggimál burturav!
Seinastu tíðina hevur regluliga verið at frætt um bygningar sum hava trupulleikar av blámusoppi, og tað vísir seg, at fólk eru ikki heilt álvulig við fyribrigdið. Flestu halda seg vita, at blámusoppur er nakað sum fólk gerast sjúk av. Vanliga fatanin er helst, at er ein bygningur fongdur við blámusoppi, so er at sleppa sær úr bygninginum sum skjótast.
Tað kann vera skilagott. Havast skal tó í huga, at
Í bygningum verður vanliga hugsað um vatnskaðar sum kunnu elva til, at blámusoppur fer at nørast í váta byggitilfarinum. Blámusoppur er ikki tað besta fyri sjálvt tilfarið, men harumframt so kunnu hesir soppar lata frá sær bæði sporar og ymisk loftevni, summi eitrandi, sum serliga fólk við astma hava ampar av.
Summi av hesum loftevnum hava ein eyðkendan modnaroyk, sum altíð er ein ábending um at trupulleikar eru av soppi. Men tað er ikki altíð at soppar kunnu luktast.
Tær loysnir sum tikið verður til her í Føroyum tykjast í stóran mun vera at leita eftir vatnskaðum og bøta um hesar trupulleikar. Og onki er at ivast í, at um og tá hetta ber til, so er hetta besta loysnin. Havast má tó í huga, at trupulleikar kunnu eisini standast av soppum, sum ikki hava samband við nakran vatnskaða, og tó kunnu teir geva fólki við astma trupulleikar. Sostatt kunnu trupulleikarnir halda fram, hóast ábøtur eru gjørdar á bygningin.
Tær kanningar sum kunnu gerast eru vanliga:
Ber til at loysa trupulleikan við at fremja punkt 1 og 2 omanfyri, so er sloppið. Heldur trupulleikin fram, so er vert at umhugsa at fara undir punktini 3 og 4, ið kunnu geva ábending um, hvørt tað er soppur trupulleikin er av (punkt 3) og um so er, at kanna um nøkur soppasløg eru til staðar, sum vit vita kunnu elva til ovurviðkvæmi og astma.
Vita vit hvat soppaslagið er, ber eisini til at finna fram til hvussu hann livir og nørist. Hóast vit hava lyndi at halda, at allir blámusoppar liva á sama hátt, so er tað ikki so, tí soppar eins og flestu aðrar verur hava onkra føði, sum teir trívast best við. Hetta er so ein annar máti at finna fram til, hvaðani trupulleikin stavar.
Gramar Gransking hevur ta útgerð sum skal til at kanna blámusopp eftir lívfrøðiligum leisti. Vit mæla tó til fyrst at brúka byggitekniska leistin og kanna um nakrar vatnskaði er, og hvørt nakað sæst til blámusopp.
Veit man hvursu nógv % fukt skapar Blámusopp
Hvussu nógv væta skal til at volda trupulleikar er eitt sindur treytað av hvør soppurin er. Teir vanligu blámusopparnir sum fara í bygningar krevja tó rættiliga nógva vætu í luftini.
Ein meginregla er, at fer %RF (relativ fuktigheit) uppum 80%, so er ítøkiligur vandi fyri at blámusoppur fer at trívast væl, og hesin vandin økist so hvørt sum %RL økist.
Hitin hevur eisini nakað at siga, serliga fyri hvussu skjótt soppurin veksur.