Brot av tekstinum á baksíðuni:
[Í kreppuni í nítiárunum] steðgaði øll bygging í landinum, men Palli gavst ikki so, og tað góða kom burtur úr tí ringa, at nú fekk hann stundir at gera meira við at tekna. Umframt tekningar úr Føroyum, millum annað tekningar av flestu føroysku kirkjum, so hevur Palli eisini teknað á teimum nógvu ferðunum, hann hevur gjørt.
Hann hevur sitið á Reyða Torginum í Moskva, undir Sponsku Trappuni í Rom, á Markusplássinum í Venezia, við Sfinxin í Giza, við Gylta Hornið í Istanbul... Á øllum ferðum heur hann havt tekniblokkin við sær, og tað er, sum er tekningin blivin eitt slag av andadrátti hjá honum. Við blýanti, tey seinni árinivið tópenni og vatnlitablýantum, talar hann á alt tað, hann sær, og bygningarnir, plássini og býirnir svara aftur. Hann er bráður og slúkin, viðhvørt í so kvikur, viðhvørt er í meira lagi av reyðum, men so nógv er at síggja og spyrja og so nógv at greiða frá, at her má berast skjótt at. Tað seinvunna og varisliga er ikki hansara lag, tað er tað frískliga og eyðkenda, hann vil finna.
Tekningar: J.P. Gregoriussen Tekstur: Gunnar Hoydal Samandráttur á donskum og enskum Greitt til prentingar: Spf. Gramar Prent: Prentsmiðjan Oddi, Hf. Reykjavík ISBN 99918-914-5-5 Forlagið í Støplum 2002
Recent Comments