Brot av tekstinum á baksíðuni:
[Í kreppuni í nítiárunum] steðgaði øll bygging í landinum, men Palli gavst ikki so, og tað góða kom burtur úr tí ringa, at nú fekk hann stundir at gera meira við at tekna. Umframt tekningar úr Føroyum, millum annað tekningar av flestu føroysku kirkjum, so hevur Palli eisini teknað á teimum nógvu ferðunum, hann hevur gjørt.
Hann hevur sitið á Reyða Torginum í Moskva, undir Sponsku Trappuni í Rom, á Markusplássinum í Venezia, við Sfinxin í Giza, við Gylta Hornið í Istanbul… Á øllum ferðum heur hann havt tekniblokkin við sær, og tað er, sum er tekningin blivin eitt slag av andadrátti hjá honum. Við blýanti, tey seinni árinivið tópenni og vatnlitablýantum, talar hann á alt tað, hann sær, og bygningarnir, plássini og býirnir svara aftur. Hann er bráður og slúkin, viðhvørt í so kvikur, viðhvørt er í meira lagi av reyðum, men so nógv er at síggja og spyrja og so nógv at greiða frá, at her má berast skjótt at. Tað seinvunna og varisliga er ikki hansara lag, tað er tað frískliga og eyðkenda, hann vil finna.
Prísur:DKK 240,00
Í bókini Tvær skrekkiligar søgur, sum er ætlað bæði ungum og tilkomnum, eru tvær stuttsøgur, ið báðar snúgva seg um sonevndar ræðslusjúkur – fobiir. Søgurnar eru ein námsferð í pørtum av sálarfrøðini, har høvundurin, William Smith, ger vart við, at vit í ov stóran mun verða stýrd av tilvildarligum hendingum og upplivingum, vit hava havt heilt tíðliga í lívinum. Við rámandi og stuttligum dømum úr djóraverðini, roynir høvundurin eisini at vísa á, hvussu vit miðvíst kunnu arbeiða okkum burtur úr hesum ræðsludýpi. Søgurnar í bókini eru Likkan, sum hevði hæddarskrekk og Kombikkið, ið hevði vatnskrekk og frásøgupallurin er øll tann føroyska náttúran.
Prísur:DKK 180,00
Í bókini eru einar 80 littekningar umframt nakrar svart/hvítar strikutekningar. Tær fevna um tíðarskeiðið 1994-2000. Hugsanin var upprunaliga at lýsa hvussu statt var í Havnini tá farið varð inn í 21. øld.
Umframt tekningar er tekstur eftir J.P. Gregoriussen, ið greiðir nærri frá teimum ymsu økjunum í Havn og har um leiðir. Undir myndunum eru staðarnøvn og nøvn á húsum o.ø.
Prísur:DKK 240,00
أحدث التعليقات