Tað kann vera, at málningarnir eru smáir, men hvør av teimum hevur eina stóra søgu. Nógv listafólk hava lyndi til at gera stórar málningar, sum hóska seg væl til opin almenn rúm, og kanska onkra stóra stovu, men fáir eru tey rúm sum bera nógvar slíkar stórar málningar.
Tá er øðrvísi við hesum smáu málningunum hjá Anker Mortensen, sum ikki standa og rópa eftir hvørjum øðrum og áskoðaranum, men heldur lokka áskoðaran at koma nærri og hyggja inn í myndina, púra ótarnað av øðrum myndum beint við.
Ikki færri enn 79 myndir eru á framsýningini, og tær flestu eru smáar í vavi, tó at nakrir stórir málningar eisini eru. Listin hjá Anker Mortensen er helst slík, sum áskoðarin skal venja seg til, tí Anker roynir als ikki at gera vakra list, ella sofastykkir. Anker sigur frá søgum.
[See image gallery at gramar.stovu.net] Ein søgan er um svørtu kettuna “Hvirla” ið hvarv. Húsið hjá Hvirlu fekk sær hønur, og serliga vóru tey góð við ta veikastu og minstu hønuna. Hvirla hevði fingið at vita, at hon skuldi halda labbarnar burtur frá hønunum. Men ein dagin var yndishønan burtur, og Hvirla varð funnin liggjandi í grasinum við uppbólgnaðum búki – full av hønu. Hvirla fekk eitt sovorðið skeld, at hon bleiv fornermað og stakk av. Hvirla kom ikki afturíaftur, hon hvarv!
Eitt er at fara á framsýning at síggja myndir. Samstundis er eisini høvi at síggja og samskifta við hinar áskoðararnar. Stuttligt at síggja hvussu upplívgað fólk vóru av myndunum hjá Anker – men tað er als ikki so løgið, tí myndirnar tala, og tær tala við gleði.
[See image gallery at gramar.stovu.net] Anker Mortensen og John Dalsgarð undir eini av teimum stóru myndunum á framsýningini: som den gyldne sol… tað óskapta ljósið.
[See image gallery at gramar.stovu.net] Reyðir og grønir prikkar… Sjálvt søluprikkarnir undir myndunum siga eina søgu!
Sí fleiri myndir í myndasavninum við at trýsta á hetta leinki.
]]>Í hesum sambandi var sett upp sera væleydnað framsýning við vatnlitsmyndum.
Tá framsýningin læt upp var so mikið nógv av fólki, at tað var ringt at njóta sjálvar myndirnar, men framsýningin er opin til 2. juli, og fara vit at mæla fólki til at geva sær stundir at fara oman á Steinprent eina løtu at njóta frálíku myndirnar hjá Zachariasi.
Vit tóku nakrar myndir á føðingardegnum – tær eru at finna í myndasavni okkara. Leinki til myndasavnið er her.
]]>
Hvat er til at taka, tá myndirnar eru so vakrar, at tað er synd at spilla tær við teksti, og teksturin er so góður, at sjálvandi skal hann vera lætt lesiligur? Hetta var ein av avbjóðingunum í sambandi við hesa nýggju bókina. Ein onnur avbjóðing var: Hvørji eru ráðini til at taka, tá ið myndirnar eru næstan ein metur breiðar?
Vit hava havt okkara baks við at bilbukta tær gjøgnum skannaran uttan at tær skuldu fáa mein av viðferðini, og fyri at tær nú kunnu síggjast uppi í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 15, tá ið framsýning við tekningunum hjá Janusi á Húsagarði letur upp. Og klokkan 16 henda sama sunnudag, 8. mai, fáa vit høvi at hoyra Føroya Symfoniorkestur framføra tónleikaævintýrið “Veiða vind” hjá Kára Bæk. So avgjørt eitt tiltak vit viðmæla.
Tað vóru Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum upprunaliga vóru forløgini sum skuldu geva hetta megnar verk út, men nú Føroya Skúlabókagrunnur var lagdur saman við aðrar stovnar ið umsita undirvísingartilfar fekk stovnurin í dag nýtt navn, og er “Veiða vind” fyrsta prentaða bókin við nýggja navninum og búmerkinum hjá Nám. Væl hevur gingist at hildið nýggja navnið loyniligt til nú tað bleiv almannakunngjørt.
Gramar hevur eisini verið við til aðrar framleiðslur í sambandi við framsýningina, nú stovnurin Nám hevði móttøku, m.a. hava vit gjørt nakrar plakatir.
Vit ynskja nýggja stovninum Nám tillukku við navninum og høvundi, myndlistamanni og tónaskaldi tillukku við nýggju bókini.
Vit vóru á móttøkuni hjá Nám og tóku nakrar myndir. Tær síggjast á hesum leinki.
]]>Her eru Erla Olsen frá Gramar og Anna Guðrun Thórhallsdóttir frá Landbúnaðaruniversitetinum í Hvanneyri.
Myndasavnið frá hesi ferð vísir myndir frá Húsafelli, har so at siga einki bit er. Á myndunum sæst, hvussu nógv ber eru at fáa, serliga heiðabláber og krákuber. Spurningurin er, um fleiri ber vóru at síggja í Føroyum, um seyðabitið var minni.
Sí myndasavnið frá Húsafelli í 2009 her.
]]>
Fleiri talur vórðu hildnar, millum annað Kinna Poulsen, høvundur og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum.
Gramar hevur staðið fyri tilrættaleggingini av bókini.
Myndir frá framløguni í Steinprent tann 24. aug. 2009 síggjast her.
]]>
Nógv komu at heiðra Palla Gregoriussen. Høvi var at síggja stóra framsýning við høvuðsverkunum hjá Palla, og fyri at seta serligan dám og hugna á løtuna hevði Palli heitt á skyldmannin Simma um at spæla nøkur løg á ljómborðinum. Hesi løg, eins tekningarnar hjá Palla, eru sprottin úr heimligum viðurskiftum.
Fyrstur at siga nøkur orð var formaður Arkitektafelagsins, Svend Sigvardsen, ið eisini vegna Arkitektafelagið handaði Palla blómutyssi.
Ein stórur partur av virkseminum hjá Palla hesi 50 árini hevur snúð seg um at ráðgivið og teknað í sambandi við almennar bygningar, bæði nýbygningar og um- og útbyggingar. Talan er bæði um skúlar, kirjkur og aðrar almennar bygdingar. Í hesum sambandi bar Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, fram eina heilsan til Palla. Henda heilsanin sæst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, sí leinki her.
Umframt at vera virkin arkitektur og listamaður hevur Palli víst serligan áhuga fyri mentan í breiðari merking og sínum ættfedrum. Hann hevur ongantíð dult fyri, hvørjum upphavi hann er av, í bæði faðir- og móðurætt. Og harumframt hevur hann verið virkin ítróttarmaður. Í hesum sambandi bar skyldmaður Palla, Jógvan Arge, ið er formaður í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, fram heilsan, ið sæst at lesa á heimasíðuni hjá Jógvani, sí leinki her.
Palli hevur havt ein hóp av starvsfelagum hesi hálvthundrað árini. Í 1981 var hann ein av teimum, ið tók stig til at stovna Arkitektafelag Føroya, og hesi seinastu umleið 20 árini hevur hann verið heiðurslimur í felagnum. Ein, ið var við at stovna Arkitektafelagið var Albert Isfeld, sum eisini starvaðist á teknistovuni hjá Palla miðskeiðis í 70-árunum.Eisini Albert bar fram eina kvøðu til Palla í sambandi við starvsdagin.
Síðstur at bera fram heilsu til Palla var John Dalsgarð, ið vegna Forlagið í Støplum hevur staðið fyri útgávuni av flestu bókaverkunum hjá Palla. John Dalsgarð hugleiddi tó ikki bara um bókaverk og útgávur, men eisini um síni barnaár úti á Peterhead, tá tey vóru grannar hjá Palla, og um hvussu Palli tann 1. apríl 1965 fylti bilin við børnum fyri at fara oman í Vágsbotn at síggja ísbjørnina sum sambært útvarpinum var komin rekandi inn á Havnarvág.
Sí fleiri myndir frá móttøkuni hjá Palla Gregoriussen her.
Enn ber til at fáa til keyps
Tórshavn vár miðstøð og borg 2
]]>
Gagnligt lív varð løgd fram í Miðlahúsinum 2. desember 2009.
]]>
Sera stórur áhugi var fyri framsýningini, sum Emil Thomsen, útgevari av bókini, eisini luttók í.
]]>Staðið var eisini sermerkt á tann hátt, at her hevði pápi Gunnar, Karsten Hoydal, starvsstovu tá hann kom heim aftur eftir loknan lesnað.
Gramar hevur staðið fyri prentgerðini av “Havsins hjarta”.
Myndir frá framløguni síggjast her.
]]>