Enn eitt lagasavn eftir Marianne Clausen er komið. Almenn framløga í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. august 2012, kl. 19.30.
Í bókini eru øll tey føroysku skjaldur, sum til hevur borið at fingið fatur á. Nógv av hesum eru síðan 1902 sungin inn á fonograf og bond, og burtur úr hesum tilfari hevur Marianne valt 331 løg, sum hon hevur skrivað í nótum.
Við hesum verki hevur Marianne Clausen givið Føroya fólki eitt savn av skjaldrum, sum einki annað Norðurland kann bjóða síni tjóð. Tey søvn, sum eru aðrastaðni, fevna bert um partar av tilfeinginum, men her er alt komið við.
Á framløguni fara Wilhelmina Larsen og Kári Sverrisson at syngja skjaldur.
Bæði eru tey kend sum fremstu varðveitarar av hesum okkara forna mentanararvi.
Henda bók er tann fjórða í røðini, sum Marianne Clausen hevur lagt úr hondum við løgum, sum føroyingar í øldir hava brúkt í gleði og sorg.
Fyrsta bókin við kvæðaløgum kom í 2003. Síðan kom bókin við Kingoløgum og henni á baki bókin við løgunum, sum vit hava brúkt til danskar vísur. Við hesi útgávu av Skjaldrum, rímum og ramsum er hetta verk lokið. Tey, sum áhuga hava fyri føroysku løgunum, hava nú fingið eitt mið, sum tey kunnu troyta so leingi fólk liva í hesum landi.
Eins og í øllum hinum trimum bókunum er eisini her eitt yvirlit yvir upptøkufólk, eins og eitt yvirlit yvir tey, sum sungið hava, eru komin við í bókina við myndum. Av tí at hetta er tann síðsta bókin, er eisini gjørt eitt heildaryvirlit yvir øll tey, sum hava lagt rødd til í øllum fýra bókunum og tær broytingar, sum eru hendar síðan 2003, eru tí komnar við.
Eisini henda bókin hevur ein fródligan inngang, og til tess at útlendingar skulu fáa at vita hvussu ótrúligt bragd føroyingar hava gjørt við at varðveita fornu løgini, er føroyski teksturin týddur til enskt eins og í hinum trimum bókunum.
Bókin er 257 síður, og er innbundin. Hon hevur huldisliga kápumynd eftir Trónd Patursson. Útgevari er forlagið Stiðin.
Tiltakið er alment
]]>Ólavsøkuskráin er nú komin, og fæst ókeypis í flestu størru handlum í Havn og við Snarskivuna. Tað plagar at vera stórur áhugi at ogna sær eitt eintak, men um so er at tey prentaðu eintøkini verða uppi, so eru ikki allar súður syftar, tí til ber eisini at taka niður Ólavsøkuskránna sum pdf-fílu frá Tórshavnar kommunu við hesum leinki. Har fæst eisini sangheftið til ólavsøkusangin 2012 – og har verða eisini møguligar broytingar og rættingar í skránni kunngjørdar.
Uppsetingin av ólavsøkuskránni er eitt sindur broytt hesaferð í mun til undanfarin ár. Størsta broytingin er at tiltøkini eru bólkað. Leitar tú eftir einum tiltaki at fara til, so skalt tú ikki finna tiltøkini burtur úr allari rúgvuni av øðrum tilboðum á Ólavsøku.
Bólkarnir eru:
Tiltøk, so sum skrúðgonga, setan av Tinginum, framsýningar, list, kórsangur, opið hús, átrúnaður, fólkafundir v.m.
Undirhald – bæði til børn og vaksin, so sum skemt, sjónleikur, tónleikur, dansur v.m.
Ítróttur, so sum kappróður, kappríðing, kapprenning, kappsúkling, hundakapping, mini-golf, svimjing, fótbóltur, hondbóltur, boccia,
Matstøð, íroknað matstovur, matvognar og mattjøld, kioskir, kaffistovur og skeinkistøð.
Sølubúðir og tíl.: Handlar og sølustøð, burturluting, fløskumóttøka o.a.
Eisini er eitt yvirlit yvir tiltøkini á Tórspalli, Ólavsøkukonsertini og tiltøkini hjá Tórshavnar Ítróttarráð, umframt kunning um trygdarviðurskiftini í miðbýnum undir midnáttarsanginum.
Vit á Gramar vóna, at folk fáa nyttu av nýggju uppsetingini av ólavsøkuskránni.
]]>Nú hava okkara kundar harumframt møguleika at brúka hesar løtur til at styrkja seg, tí nú er eitt vælveruøki komið beint við Gramar.
Parkeringsviðurskiftini eru kanska ikki so framúr góð, tí aloftast eru øll parkeringsplássini upptikin í vanligari skrivstovutíð. Verður hugsað um heilsuna, so er jú gott at ganga, og verður eisini hugsað um umhvørvið, so er uppaftur betri at ganga.
Vit á Gramar ætla okkum bæði at bjóða kundum okkara at brúka nýggja vælveruøkið, og at brúka tað sjálvi.
Í myndasavninum er sýning við myndum frá tá vælveruøkið á Glaðsheyggi alment varð tikið í nýtslu. Gramar fer við hesum at takka Tórshavnar Býráð fyri tiltakið.
]]>Myndin var tó ikki verri enn so, at “Sjældenhedsudvalget” hevur góðkent blátítuna. Hetta var fyrstu ferð at blátíta er skrásett í Føroyum.
Myndagóðskuna ber tó til at bøta um. Niðanfyri er eitt leinki sum vísir upprunaligu myndina til vinstru og eina viðgjørda mynd til høgru. Slíkar ábøtur kunnu sjálvandi eisini gerast við aðrar myndir, bæði gamlar og nýggjar.
]]>
Í eina tíð hevur nýggi stovnurin Nám arbeitt við at gera eitt nýtt føroyskt atlas, og hevur nakað av tí sama orðaskifti tikið seg uppaftur, sum tá Heimsatlasið frá 1993 kom út. Um eitt ár ella so fæst at vita, hvørjar broytingar verða í mun til verandi atlas.
Á framsýningini hjá Námi, sum er at síggja í hesum døgum, er eisini kunning um arbeiðið við nýggja atlasinum. Har eru fleiri hillar av atlasum á nógvum ymsum málum, so at siga øll útgivin seinastu 5 árini. Eisini eru ymisk arbeiðsskjøl at síggja.
Onkur hevur sagt at tað at seta navn á eitt øki svarar til at hertøku – at tað kann sammetast við at seta sítt tjóðarflagg á ótikið lendi, eins og t.d. í 1955, tá tveir bretskir soldátar fóru út á Rokkin við tyrlu og settu Union Jack og eina plátu fasta, fyri á tann hátt at staðfesta ognarrættin hjá Bretlandi til Rokkin. Hetta vísti seg tó ikki at vera nóg mikið, og bæði Bretland, Írland, Ísland og Danmark (vegna Føroyar) krevja sín lut í Rokkinum.
Við Heimsatlasinum frá 1993 fingu øll heimsins lond føroyskt navn. Hvørt tað merkir, at føroyingar hava hertikið heimin skal ikki vera sagt, men við nýggju útgávuni á útvið 250 síður fáa vit so mikið nógv at vita um heimin, at til ber at ogna sær hann – á okkara móðurmáli.
]]>Hvat er til at taka, tá myndirnar eru so vakrar, at tað er synd at spilla tær við teksti, og teksturin er so góður, at sjálvandi skal hann vera lætt lesiligur? Hetta var ein av avbjóðingunum í sambandi við hesa nýggju bókina. Ein onnur avbjóðing var: Hvørji eru ráðini til at taka, tá ið myndirnar eru næstan ein metur breiðar?
Vit hava havt okkara baks við at bilbukta tær gjøgnum skannaran uttan at tær skuldu fáa mein av viðferðini, og fyri at tær nú kunnu síggjast uppi í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 15, tá ið framsýning við tekningunum hjá Janusi á Húsagarði letur upp. Og klokkan 16 henda sama sunnudag, 8. mai, fáa vit høvi at hoyra Føroya Symfoniorkestur framføra tónleikaævintýrið “Veiða vind” hjá Kára Bæk. So avgjørt eitt tiltak vit viðmæla.
Tað vóru Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum upprunaliga vóru forløgini sum skuldu geva hetta megnar verk út, men nú Føroya Skúlabókagrunnur var lagdur saman við aðrar stovnar ið umsita undirvísingartilfar fekk stovnurin í dag nýtt navn, og er “Veiða vind” fyrsta prentaða bókin við nýggja navninum og búmerkinum hjá Nám. Væl hevur gingist at hildið nýggja navnið loyniligt til nú tað bleiv almannakunngjørt.
Gramar hevur eisini verið við til aðrar framleiðslur í sambandi við framsýningina, nú stovnurin Nám hevði móttøku, m.a. hava vit gjørt nakrar plakatir.
Vit ynskja nýggja stovninum Nám tillukku við navninum og høvundi, myndlistamanni og tónaskaldi tillukku við nýggju bókini.
Vit vóru á móttøkuni hjá Nám og tóku nakrar myndir. Tær síggjast á hesum leinki.
]]>Fleiri talur vórðu hildnar, millum annað Kinna Poulsen, høvundur og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum.
Gramar hevur staðið fyri tilrættaleggingini av bókini.
Myndir frá framløguni í Steinprent tann 24. aug. 2009 síggjast her.
]]>
Sum serstaka tænastu í sambandi við týðing av teksti millum øll heimsins mál, hevur Gramar sett sær fyri at fáa ment eina umfatandi týðaraskipan, ið nevnist WebWordSystem, til eisini at kunna týða føroyskt til onnur mál og øvut.
Hevur tú tørv á einum royndum samstarvspartnara í sambandi við málsligar spurningar av alskyns slag, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
]]>Sera stórur áhugi var fyri framsýningini, sum Emil Thomsen, útgevari av bókini, eisini luttók í.
]]>Staðið var eisini sermerkt á tann hátt, at her hevði pápi Gunnar, Karsten Hoydal, starvsstovu tá hann kom heim aftur eftir loknan lesnað.
Gramar hevur staðið fyri prentgerðini av “Havsins hjarta”.
Myndir frá framløguni síggjast her.
]]>