Eingin Bach stjórnaði í kirkjuni í Bø, men hin livandi Sátan

Carl Julian Graba gjørdi ferð til Føroya í 1828 og skrivaði frágreiðing um føroysku náttúruna, serliga um fuglarnar. Hann fekk tó ymiskt annað við eisini, m.a. var hann í kirkju í Bø:

“Vit fóru til messu við Struer presti. Nógv fólk var í kirkju, men sangurin var tað ræðuligasta, sum eg nakrantíð í lívi mínum havi hoyrt; hvør skríggjar tann fyrsta og tann besta tónan, sum hann fær fram; deknurin syngur fyri, men hevur ikki tónlistargávur til helvtar ímóti einum lómi. Mær barst í hug søgan um Bach, sum ein urguleikari spurdi, um hann eisini kundi leika á urgu, tí hann stardi so nógv at fingrum hansara. Eitt pinkulítið sindur, sigur Bach, setur seg á beinkin og leggur seg við báðum hondum á lyklaborðið. Ræðslusligin av hesum andskræmiliga misljóði hopar urguleikarin aftur eftir hæli og trívur í eldhuga sínum í bringuna á Bach og rópar: Harri, annaðhvørt eru tygum hin livandi Sátan ella Bach. Hugsaði eg mær teir einstøku barkarnar á føroyingunum sum urgupípur og alt kirkjufólkið sum eina urgu, so helt eg, at onkur lá við ørmunum á lyklaborðinum, men her fór eingin upploysing fram av misljóðinum, eingin Joh. Seb. Bach stjórnaði her, men hin livandi Sátan.”

s. 100-101

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *