Michael Kvium í føroyskum skaldskapi

Listasavn Føroya hevur í hesum døgum framsýning við danska listamanninum Michael Kvium. Hesin listamaður er kanska eina mest kendur fyri at mála misháttar skapningar.

Í bókini “Gagnligt lív” (á donskum “Organiseret liv“) lýsir William Smith sera væl Michael Kvium, og hevur eisini eina frálíka tulking av myndevnunum. Vit geva Williami orðið:

Eitt kór av misháttum skapningum, hokin, nakin og bundin saman hond við hond við stórum bindum, geylaði sítt misljóðandi harmaljóð eftir skoðaranum. Teir óhugnaliga vanskaptu kropparnir reistu eitt skurrandi resonans fyri misljóðinum. Munnarnir stóðu tambaðir upp til tóman, og eyguni vóru vend beinleiðis móti áskoðaranum, gløðandi tóm og úttamponerað í tí dýriska brølinum. Teir stóru, hálsstuttu kropparnir vóru andstyggiligir og ótespiligir. Høvdini við teimum ósamsvarandi smáu pan-oyrunum rendu seg fram og boygdu seg móti bringuni sum fyri at fáa tann ljótasta klangbotnin fram. Hárloysið gjørdi nakinleikan beinleiðis viðbreknan. Kropparnir hingu í einum svørtum, diffusum substansi, og aftanfyri hómaðist kulissan – mannaheilin við síni sjúku tilvitsku sat uttan fyri kropparnar. Sjálvt ikki tann ringasti demensurin frelsti tað pínda sinnið.

Louisiana hevði várframsýning við teimum mest markantu verkunum hjá Michael Kvium.

„Set eina trachealtupu niður ígjøgnum barkan á teimum, so hevur tú myndina av, hvussu tað er at vera leinkjaður í ein respirator,“ segði Magnus. Lisbeth nøtraðist.

Í salunum var savnaður ein fjølbroyttur hópur av fólki í marglittum klæðum og ymiskum lívsáskoðanum, men tey ágangandi myndevnini elvdu til næstan somu reaktiónir. Áskoðararnir vórðu tvingaðir at hyggja at føðing og deyða, burturskotran og avnoktan. Myndevnini lýstu lagnufelagsskapin: føðing og deyða og ego-tilvitskuna sum hægsta ella lægsta felagsnevnara í tilveruni. Millum ekstremini í tilveruni gekk menniskjan í síni verð av skisofrenum mótsetningum. Útviklingurin var farin av sporinum, hevði mist tamarhaldið og meining. Hann hevði kryplað grundleggjandi tørv og lívsbragd til pínligan tabu, ið noyddi psykiatarar, psykologar, prestar og aðrar sálarhirðar at arbeiða yvir. Men myndevnini eggjaðu til forvitni, tað ómettandi forvitnið hjá menniskjanum og trongdina til at skoða tað óvanliga og burturskotraða. Áskoðarin fór frá hugnámi til hugnám við einum kulsandi varhuga av at hyggja inn í seg sjálvan. Hann skoðaði abortar, ið vóru viðgjørdir í formalini og sá fostur, sum vóru løgd í føðslusuppu, har tey flutu, avbyrgd í hylki, sum komatøsar rúmdarverur. Hann sá reivabørn við alspentum brái, hangandi í nalvastrongum, sum hvurvu í tóman. Mannaheilar, ið lógu nektaðir og óvardir uttan á skøltunum, stórir og upptúsnaðir av paranoidum hugmyndum. Tey hjálparleysu gomlu og tey hjálparleysu reivabørnini vóru bæði ræðandi og hugtakandi. Millum tær ræðuligu lýsingarnar hingu fotografiskt detaljerað málarí av kvistaðum, blóðigum mannalimum. Tinganaest. Hvør høgdi likamslutir av? Hvat vórðu teir brúktir til? Og hvør brúkti teir? Vóru tinganaest reflektiónir av ráðaloysinum millum organtransplantatiónir og kannibalismu? Kvium provokeraði og skakaði, men læt skoðaran sjálvan tulka myndevnini.

dscn7415Fólk gingu fram við myndunum, innhugsin og tigandi. Tað áleypandi ljóðið kom frá fótunum. Føturnir lógu lítilsmettir undir refleksunum. Fólk steðgaðu framman fyri myndirnar og hugdu at heildini í frástøðu. Men av tí at fólk ræddust tann boðskapin, sum heildin lýsti, fóru tey nærri, so at heildin upploystist fyri teimum. Tey hugdu í staðin at detaljunum, studeraðu penslastrokini og teknikkin sum so.

Streymurin av framsýningargestum gekk í einum skipaðum mynstri. Tey fóru beinleiðis til Kvium-framsýningina. Tá ið tey vóru mett av ræðuleika, fóru tey fram við góðum, gomlum kenningum, ið áttu síni føstu pláss: Jorn, Picasso, Pedersen, Giacometti, Heerup, Jørgensen. Kringsett av teimum gomlu, etableraðu meistarunum, skuldu teir yngru upplivast.

Mett av ávirkan fóru tey svong inn á kafeteriuna á savninum. Her sótu tey og drukku kaffi ella kakao og ótu kringlu ella fransbreyð við osti. Tey svangaru ótu dagsins vistfrøðiligu føði, og meðan tey ótu og drukku, hugdu tey at tí kunstiga listaliga menniskjanum.

Lisbeth tók sær tykni av skurðgudadyrkanini hjá fólki, og hon var rættiliga hugtikin av ósamsvarinum millum tað tilvitaða sjónska og tað óatkomuliga lyndiseykenni við hesi dyrkan. Hattarnir, sólbrillurnar, hárflætturnar, teir kanellittu og teir fjøðurvondu yvirfrakkarnir, tey lokaðu andlitini úr steini ella gummi, kropsskeltini uttan á teimum svørtu rullikragatroyggjunum. Nasaringarnir – allir teir lutirnir, sum menniskjuni brúktu til at avbyrgja seg frá fjøldini upp á tann mest eyðsýnda mátan.

Magnus fekk sær heitt kakao og skons við briuosti og sólber. Hann setti krússið á gipsið og seyg kakao undan tí svalliga rómanum. Hann fekk ikki brúkt høgra undirarm fyri gipsinum. Lisbeth fekk sær kringlu afturvið tenum. Hon rætti seg brádliga upp.

„Har kemur Lühne kriminalkommiserur!“

„Er tað soleiðis, hann sær út.“ Magnus hugdi forvitin at tí eldra manninum við faksavøkstrinum, ið stóð og skimaðist eftir einum plássi at seta seg. Hann hevði bakkan høgt upp fyri seg.

„Hann líkist mest einum savnsvørði, hvat man hann ætla okkum?“

Lisbeth reisti seg og veitraði. Lühne bar eygað við hana og setti kós ímóti borðinum hjá teimum.

„Eg var um at missa vónina um at finna tykkum og eitt stað at sita.“ Tivaði hann. Tey fingu lag á koppar og talerkar. Lühne hevði keypt sær kaffi og tveir bitar av toskanskum sáldbreyði við osti.

Magnus rætti honum vinstru hond, Lühne rætti honum høgru.

„Vit báðir hava ikki heilsast, men eg skilji, at tú kennir Lisbeth.“

„Vit skiftu nøkur fá orð, tá ið tú vart innlagdur á Ríkishospitalinum.“

Lisbeth legði uppí:

„Tú vildi so gjarna hitta okkum her á Lousiana. Hví tað og hví júst her?“

„Hava tit sæð Kvium-framsýningina?“

„Ja.“

„Og hvat dámar tykkum hana?“ Lühne hugdi uppum kopparondina at teimum.

„Hvussu meinar tú? Soleiðis listaliga, ella hvat myndaevnini hava at siga okkum?“

Lühne setti koppin frá sær og breiddi hendurnar út.

„Allur hasin devulskapurin, hann sleingir í gronina á tær kann ikki annað enn ávirka teg onkusvegna.“

Magnus segði:
„Eg havi sjáldan sæð nakað so avskapað og ótýdligt. Hann so at siga pallsetur okkara innastu dulsmál. Harðskap, blóðskemd, skemdarfaringina av mannakroppinum, likamslutum – gøgnum. Meinfýsni.“

Lühne nikkaði alsamt at tí Magnus segði:

„Hansara ráskapur er so nærlýstur, at hvørki tann professjonelli ella frítíðarhyggjarin eru í iva um, hvat hann hevur í hyggju at siga okkum: næstakærleikin umskiftur við blindari narsissismu. Hin miskunnsami samariubúgvin skotraður burtur av tí kensluleysa farisearanum.“

„Hugsar tú um Vilhelm Davidsen?“ spurdi Magnus.

„Um hann og okkum, ið eru vorðin ófræls av skálkavirksemi hjá honum og hansara líkum, okkum, ið fáa lagt nøkur ár afturat lívskeiðinum við rændum gøgnum.“

Magnus rodnaði av argilsi:
„Var hetta orsøkin til, at vit skuldu hittast á hesum staðnum – at tú kundi læra uppá okkum um læknavísindini, ið hava nóg mikið í sær sjálvum?“

Eina løtu øktist fjarleikin teirra millum. Magnus var uppøstur og hevði ikki bindindi. Lisbeth brúkti tøgnina til at dyrka hug sín at eyðmerkja fólk. Hon hevði fýra høvuðsbásar, samsvarandi teimum fýra lyndisløgunum, at seta fólk í, og harafturat ein til tey sjálvglaðu og ein til tey sjálvstýnandi.

Sí myndir frá framsýningini her!

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>