Dagførd grindahagtøl

Í kosttilmælinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu er ein partur har tey hava gjørt nakrar metingar út frá kostkanningum og grindadrápi. Tey hava brúkt tøl frá hagstovuni, men hava ikki fingið tølini fyri 2010 við, hóast tey vóru tøk  í februar 2011, ella 3-4 mánaðir áðrenn tilmælið um at eta grind varð almannakunngjørt. Niðanfyri eru teir somu grafarnir, men har 2010 eisini er tikið við.

Stjørnan stendur fyri eini kostkanning sum varð gjørd í 1981-1982, og har mett varð at fólk eta 4,4 kg av tvøsti um árið. Okkurt bendir á, at henda kanning ikki rættiliga stendur mát við tøku grindanøgdina.

Reyði ringurin vísir, at tøka nøgdin av tvøsti var góð 10 kg í 2010 í mun til knøpp 4 kg í 2009. Sostatt er minkingin í tøku grindanøgdini kanska ikki so stór sum grafurin í grindatilmælinum tykist benda á.

Reyða strikan vísir tilmældu 3 kg, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan grundar sítt tilmæli á. Ásannast má, at tað so at siga ikki kemur fyri, at føroyingar eta so lítið av grind, sum tilmælt verður. Og so als ikki, um havt verður í huga hvat eigur at vera í boksum og kaggum, um okkurt einstakt ár kemur við lítið av grind, sum t.d. í 2008, tá ongin grind var.

Vanligt er, at tað er næstan líka nógv av spiki sum av grind. Grafarnir her vísa bara grindanøgdir, men spikmyndin hevði verið heilt tann sama. Av spiki skulu bert etast 0,6 kg um árið fyri hvønn persón – skal tað haldast, so  má  nógv beinast burtur.

Í grindatilmælinum sæst eisini, hvussu nógvir hvalir løgdu beinini, men heldur ikki her er 2010 tikið við. Grafurin tá 2010 er við sær soleiðis út:

Nakað tað sama mynstur sum fyri nøgd av tvøsti fyri hvønn íbúgva, við tað at fleiri hvalir løgdu beinini í 2010 enn í 2009.

Ein útrokning sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan tó ikki hevur gjørt, er at meta um talið av skinnum í mun til talið av hvalum. Hetta sigur nakað um støddina av hvalinum. Tey sum arbeiða við dálking av grindahvali eru komin fram til, at longri ein hvalur er, meira dálkaður kann roknast við at hann er.

Ganga vit út frá, at ein hvalur sum telur fleiri skinn eisini er størri og longri enn ein hvalur sum telur færri skinn, og samstundis rokna við at størri hvalir eru meira dálkaðir enn minni hvalir, so gongur skeivan veg. Sigast skal tó, at eg havi ikki fingið eftirkannað tølini hjá Hagstovuni, um tey t.d. hava broytt skrásetingina nakrantíð.

Tey nýggjastu tølini sum eru til taks viðvíkjandi dálkingini eru tó mest gjørd av ungum hvalum, so helst ber ikki til at staðfesta nakað her. Ein áhugaverdur spurningur kundi tó eisini verið, um hvalirnir eru vorðnir størri nú heimurin er vorðin heitari – men hetta fer helst alt at verða kannað í PhD verkætlan um dálking í grindahvali, sum júst er farin av bakkastokki.

 

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>