Í eina tíð hevur nýggi stovnurin Nám arbeitt við at gera eitt nýtt føroyskt atlas, og hevur nakað av tí sama orðaskifti tikið seg uppaftur, sum tá Heimsatlasið frá 1993 kom út. Um eitt ár ella so fæst at vita, hvørjar broytingar verða í mun til verandi atlas.
Á framsýningini hjá Námi, sum er at síggja í hesum døgum, er eisini kunning um arbeiðið við nýggja atlasinum. Har eru fleiri hillar av atlasum á nógvum ymsum málum, so at siga øll útgivin seinastu 5 árini. Eisini eru ymisk arbeiðsskjøl at síggja.
Onkur hevur sagt at tað at seta navn á eitt øki svarar til at hertøku – at tað kann sammetast við at seta sítt tjóðarflagg á ótikið lendi, eins og t.d. í 1955, tá tveir bretskir soldátar fóru út á Rokkin við tyrlu og settu Union Jack og eina plátu fasta, fyri á tann hátt at staðfesta ognarrættin hjá Bretlandi til Rokkin. Hetta vísti seg tó ikki at vera nóg mikið, og bæði Bretland, Írland, Ísland og Danmark (vegna Føroyar) krevja sín lut í Rokkinum.
Við Heimsatlasinum frá 1993 fingu øll heimsins lond føroyskt navn. Hvørt tað merkir, at føroyingar hava hertikið heimin skal ikki vera sagt, men við nýggju útgávuni á útvið 250 síður fáa vit so mikið nógv at vita um heimin, at til ber at ogna sær hann – á okkara móðurmáli.
أحدث التعليقات