Heimasíður til ein og hvønn tørv

Framtíðar miðilin er alnetið. Tøknin, ið stýrir samskiftinum á alnetinum verður ment áhaldandi, og tí kann tað tykjast møtimikið hjá teimum flestu at halda seg dagførd á hesum øki. Vit kunnu bjóða vælvirkandi og ódýrar loysnir, sum kundin sjálvur kann umsita, ella lata okkum standa fyri at dagføra heimasíðuna, alt eftir ynski og tørvi.

Í fyrstani vóru heimasíður bara nakað sum størri fyritøkur høvdu, og hartil vóru tær rættiliga óvirknar, mestsum bert eitt visittkort.

Hetta er munandi broytt, og nú hava mestsum allar fyritøkur eina virkna heimasíðu. Hetta er eisini í nógvum førum ein fortreyt, tí viðskiftafólkini leita nú á alnótini áðrenn tey taka avgerð um hvat og hvar tey skulu keypa/bíleggja, og roknast kann eisini við, at nethandil fer at økjast í stórum í framtíðini, so hvørt sum viðskiftafólkini síggja fyrimunirnir við hesum slagi av keypi.

Nógv hava ta fatan, at tað at fáa eina heimasíðu kostar nógv, og dømi eru um at fólk/virkir hava goldið eini 30.000 kr. fyri sera einfaldar síður við fáum møguleikum.

Á Gramar ber til at fáa gjørda eina heimasíðu júst eftir tínum tørvi, og hetta kann gerast sera ódýrt.

Vit hava lagt dentin á ymisk “open source” forrit, harímillum WordPress og Drupal, og ger hetta, at ikki er neyðugt at gjalda eitt dýrt grundgjald fyri at koma í gongd.

Henda síðan hjá Gramar er gjørd við WordPress.

Vit bjóða okkum eisini til at hýsa tykkara heimasíðu.

Prísurin er alt eftir tykkara ynskjum

Vit kunnu hýsa eini heimasíðu, har tit fáa eina bera síðu at byrja uppá – kann vera rættiliga arbeiðskrevjandi og torført at fáa greiðu á hvat skal gerast fyri at fáa síðuna at rigga sum ætlað

Vit kunnu eisini rigga síðuna til við tí tilfari tit ynskja skal vera á síðuni tá hon byrjar, og tit so halda fram við at leggja nýtt tilfar inn sjálvi.

Triði møguleikin er at tit senda okkum tilfarið og vit leggja tað út.

Svara aftur

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>