Í Føroyum uppihøvist Jesus ikki at betala

Henda søgan snýr seg um Dominique, ein ungan fransman sum sær út sum Jesus. Hann ger av at fara til Íslands og tumlar úr heimbýi sínum Bordeaux til Aberdeen í Skotlandi, haðani hann vónar at sleppa við einum trolara til Íslands. Hann ánar ikki at kríggj er millum londini, toskakríggj [hetta er í 1977], og verður tí hølvaður av tá hann nevnir Ísland, men tá taka føroyskir sjómenn sær av honum og hann kemur til Havnar. Og hvat hendir so tá ið Jesus sjálvur dettur inn í eitt samfelag sum trýr so inniliga upp á at hann er til? Jesus veit ikki at hann er Jesus, men Dominique ger kraftaverk, og tískil var hann Jesus í eygunum á samkomunum í Havn og hartil sá hann eisini út sum Jesus á bíbliumyndum. Dominique býr á vallaraheiminum og tá ið hann fer til handils vil gentan við kassan ikki taka ímóti pengum frá honum. Aðrir fransmenn sum har búgva og hava verið og ferðast í Íslandi í hægstu dýrtíð eiga ikki eitt klovið oyra. Teir rúka avstað oman í handilin og vilja fáa somu kor sum Dominique. Tá ið fáliga verður tikið undir við tí og teir biðja um grundgeving, sigur gentan við kassan:

Í Føroyum uppihøvist Jesus ikki at betala.

Úr søguni “Landið undir norðlýsinum”. Hvíta bókin hjá Einar Má Guðmundssyni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *