Myndagerð

Grundarlagið undir flestu grafiskum framleiðslum er eitt dygdargott myndaarbeiði. Hetta varð fyrr nevnt “repro”, ið er ein stytting av orðinum “reproduktion”, sum merkir “endurgerð”. Í prenthøpi snýr tað seg um at endurgera ella skapa eina frummynd, ið nýtt verður sum grundarlag undir prentingini.
Í dag er meginparturin av sjálvum reproarbeiðinum vorðin talgildur (digitalur). So at siga alt, sum verður prentað í dag, verður framleitt talgilt við teldum.
Grafikkur verður gjørdur við teldu, tekningar í forritum so sum Illustrator, fotomyndir og myndaviðgerð í Photoshop. Myndir verða skannaðar við iQsmart3 skannara frá Kodak við forritinum oXYgen Scan. Tekstur og myndir verða sett upp í Quark Xpress og InDesign. Heimasíður verða sniðgivnar við forritum so sum Dreamweaver og Flash, men til dynamiskar heimasíður verða mest WordPress og Drupal nýtt.
Hetta er viðurkendur og sera framkomin útbúnaður til at kalla allar prentgrafiskar loysnir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *