Bøkur fyri tilboðsprís

Forlagið í Støplum hevur stovnað nethandil, har til ber at keypa bøkur. Bøkurnar sum eru at fáa  eru tær nýggjastu sum forlagið hevur givið út, umframt onkur eldri. Ætlanin er at víðka vøruúrvalið til eisini at fevna um aðrar vørubólkar enn prentaðar pappírslutir, til dømis verður arbeitt við at gera ebøkur og bjóða fram myndlist.

Nethandilin hevur víst seg at vera sera hentur hjá viðskiftafólki uttanlands.

Ætlanin er regluliga at veita góð tilboð til viðskiftafólkini. Í løtuni er galdandi eitt tilboð til okkara stuðlar á facebook, har kundarnir við at skriva inn eina kotu í teigin “Coupon code” fáa 33% í avsláttri á øllum vørum, ið ikki hava annan og størri avsláttur frammanundan. Sí kotuna her: Gramar á Facebook.

Verður keypt fyri 1000 kr. ella meira, rindar forlagið postgjaldið. Verður keypt fyri minni enn hesa upphædd, verður goldið sambært pakkaprísunum hjá Posta umframt 15 kr. í avgreiðslugjaldi.

Nethandilin er á http://stoeplum.com/

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *